top of page
Á breddanum


Aðalfundur 2026
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) bjóðar til ársaðalfund leygardagin 14. mars kl. 15.00 í Perluni í Havn. Í samband við aðalfundin verða almennir fyrilestrar. Øll eru vælkomin, og tað er ikki neyðugt at vera limur í FNU fyri at luttaka. Skrá 15:00 Jón Kragesteen, formaður, bjóðar vælkomin 15:10 Súsanna Berg, Vinnuhúsið og Hákun Djurhuss, SEV: Forðingar í grøna orkuskiftinum 16:00 Frágreiðing um virksemið seinasta árið 16:15-16.30: Steðgur 16.30 Aðalf
Feb 28


FNU í útvarpskjaki um veðurlagslóg
Jón Kragesteen, formaður í FNU, luttekur í kjaki um veðurlagslóg. Lurta her: https://www.fm1.fo/kjak-ov-nogv-skrivstovuveldi-ger-tad-trupult-at-fremja-grona-orkuskiftid/
Feb 4


FNU afturvísir uppáhaldum hjá Ben Arabo
Ben Arabo heldur, at vit skulu koyra veðurlagslógina í skrell. Men Fróðskaparsetrið, Bakkafrost, Hiddenfjord, Reyði Krossur, SEV, Tórshavnar kommuna, Effo, og nógv onnur, siga við okkara politikarar, at ein veðurlagslóg er ein fyrimunur, ikki ein hóttan. FNU harmast um mongu ósannindini, sum hava fingið loyvi at fylla í miðlunum seinastu dagarnar. Tí loyva vit okkum her at koma við eini rættleiðing til nakrar fáar av teimum mongu villleiðandi útsøgnunum hjá Ben Arabo.
Feb 4


Veðurlagslóg bygd á vitan - ikki á smart populistisk hugskot
Svar til lesarabræv hjá Ben Arabo, sum hevur arbeitt í oljuvinnuni og er kendur forsprákari fyri, at vit skulu halda fram at nýta olju. Í lesarabrævinum eru nógv uppáhald, sum – fyri at siga tað milt – eru tikin úr leysum lofti. Taka vit uppáhaldið um, at Bretland “fer í næstum at strika sína veðurlagslóg”, so er tað snøgt sagt ikki rætt. Veruleikin er, at tað er ein andstøðupolitikari – forkvinnan í Konservativa flokkinum – sum hevur givið eitt politiskt lyfti til sínar velj
Jan 29


Sterk signal úr Evropa - og ein avgerandi løta í Føroyum
Bretska stjórnin hevur júst kunngjørt, at saman við Noregi, Íslandi, Danmark, Írlandi, Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum og Luksemborg fara tey undir at framleiða risa stórar mongdir av grønari orku. Saman binda londini seg at framleiða 100 gigawatt av streymi við sjóvindmyllum í Norðsjónum. Hetta er eitt greitt signal frá Evropa um, at framtíðar orkutrygd skal byggja á grøna orku. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fegnast um avtaluna. Avtalan er eitt greitt signal til amerik
Jan 27


Stórt tiltak: Fleiri enn 1700 fylgdu við
Finsen var fult, og fleiri enn 1400 fólk hugdu við á stroyming, tá vit umrøddu stóru náttúruinntrivini í samband við vegaføringina til Suðuroyartunnlin. FNU fegnast um stóra áhugan og vónar, at politiska skipanin sær álvaran í málinum. Her kanst tú síggja myndir frá tiltakinum og ein tekstur um tiltakið er niðast á síðuni. Hvussu verja vit tey serstøku náttúrúøkini í Sandoynni, tá ið vit gera Suðuroyartunnilin? Hví er neyðugt at stríðast fyri at verja planturíkidømi, vø
Jan 23


KVF ger vart við plastdálking á Eiði - hvat siga alifyritøkurnar?
Kunnu føroysku alifyritøkurnar liva við, at tilfar frá einum veitara til alivinnuna dálkar so illa? Í august gjørdi FNU vart við eina umfatandi plastdálking á Eiði - nú hevur Kringvarpið gjørt eitt innslag um dálkingina, men enn hava vit ikki hoyrt um nakra loysn. Um ikki fyritøkan KJ, sum stendur fyri dálkingini, er sinnað at finna eina loysn, kunnu føroysku alifyritøkurnar, sum eru kundar hjá KJ, ikki leggja trýst á fyritøkuna at steðga dálkingini? Kringvarp Føroyar skriva
Jan 23


Allir náttúrufelagsskapirnir við felags áheitan
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag og Veltan hava ein greiðan boðskap til politisku skipanina: Steðgið alt fyri eitt ætlanunum um at gera oyðandi inntriv í størsta fuglaparadís í Føroyum, størstu grønmetisframleiðsluna í Føroyum, eitt av okkara størstu sjósílavøtnum og eitt av teimum stóru vátlendum í landinum Politisku flokkarnir eru samdir um, at tunnilsmunnin skal staðsetast í Djúpadali norðan fyri Skarvanes - farl
Jan 23


Hoyringssvar til uppskotið um veðurlagslóg
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) Tórshavn, 19. oktobur 2025 FNU takkar fyri høvið at koma við viðmerkingum til uppskotið um veðurlagslóg. FNU hevur farnu árini fylgt væl við - og verið ein aktivur viðleikari - í arbeiðinum fyri eini føroyskari veðurlagslóg, og fegnast tí stórliga um, at Umhvørvismálaráðið nú hevur lagt uppskot um veðurlagslóg til hoyring. FNU metir, at uppskotið er eitt sera gott og avgerandi stig á leiðini. Men samstundis vil FNU vísa á, at lógarupps
Jan 23


Nýggjur aðalskrivari settur
FNU fegnast um, at Birgith Lassen er sett í farloyvisstarvið sum aðalskrivari hjá FNU. Birgith er útbúgvin journalist og hevur seinastu...
Sep 30, 2025


Plástdálking: Eitt álvarsligt umhvørvismál
Ein almenn áheitan frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Rudda Føroyar og Føroya Fuglafrøðifelag: Ein vaksandi trupulleiki Á keiini á...
Sep 25, 2025


Veðurlagslóg - tín meining telur!
Hvussu eigur ein veðurlagslóg at síggja út? Hvat er týdningarmikið at fáa við? Vit bjóða limum og øðrum áhugaðum til eitt tiltak...
Sep 9, 2025
bottom of page
