Sjúrður Hammer: Náttúruverja er lívsneyðug sjálvverja
- 6 days ago
- 6 min read

Røða hjá Sjúrði Hammer í samband við Earth Hour 2026:
Ofta hava føroyingar sagt, at tá ið elektrisitetið kom til Føroyar so hvurvu huldufólkini, og hetta hoyrdi eg eisini í kommunuskúlanum í fyrsta flokki frá mínum flokslærara Djóna Dalsgarð. Hesir loyndarfullu skapningarnir sum komu út at spæla um náttina, og livdi undir steinum og gjørdi óhugnalig ljóð. Um man var úti seint um kvøldið kundi man hoyra tey. Huldufólk vóru ein skuggaheimur av okkara menniskjatilveru. Tað kanska kann yvirraska at eg sum náttúruvísindafólk nú fortelji tykkum, at har er nógv meiri sannleiki í hasum orðunum enn eg fyrr havi trúð. Eitt sum er tíðiligt, er at tá ið elektrisiteti kom til Føroya so trekti náttúran og hennara skapningar seg úr bygdunum og býunum í størri og størri mun. Vit vaksa og menna okkara býir og samfelag við nýhugsan og tøkni, og við hesum leggja vit størri og størri trýst á náttúruna sum bæði var her áðrenn vit komu og fer vónandi at verða her langt aftaná vit eru farin herfrá. Tá ið vit trýsta náttúruna út úr okkara gerandisdegi, so ikki bara vaksur frástøðan og forstáðilsi fyri náttúruni, men okkara tilvera gerst grunnari og vit gerast meir og meir andaliga rótleys. Eg lovi at koma aftur til huldufólkini um eina løtu.
Eg kann gott stúra eitt sindur fyri umhvørvisrørsluni í Føroyum nú tað til dømis er breið politisk semja um at vit skulu leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Um tað ikki skal betala fyri eitt ella annað ørvitisprojekt so skal tað betala fyri loysingina ella vælferina, og eg skilji væl at politikarar fara har sum fólksins hugur er. Í fyrradagin tá ið fólk skuldi seta krossin, var tað eftir øllum at døma ikki at taka heimsborgaraliga ábyrgd av at steðga ringastu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum sum fylti. Altjóða París avtalan um at tálma ringastu avleiðingar av veðurlagsbroytingum og Kunming-Montreal avtalan um at verja náttúruna vóru ongastaðni at hóma í valstríðnum. Hetta farna løgtingsvalið er ein góð orsøk til sjálvrannsakan í umhvørvisrørsluni í Føroyum, men hetta skal eg ikki at siga meir um í kvøld.
Um eg kann loyva mær at verða eitt sindur bjartskygdur í mun til hetta fólksliga pendulið sum svingar frá vinstru til høgru, so haldi eg tað er týdningarmikið at minnast at umhvørvisrørslan hevur eisini samsint fólk høgrumegin miðjuna. Tað var við Richard Nixon á odda at Amerika fekk sína fyrstu umhvørvisstovu (Environmental Protection Agency) í 1970 fyri at takla avbjóðingarnar við dálking. Tað var Margaret Thatcher, sum forrestin eisini var vísindafólk, sum fekk veðurlagsbroytingar á altjóða politiska pallin í 1989, og hon tosaði ofta um týdningin av at verja ozon-lagið og steðga súra regninum sum plágaði Evropa nógv í farnu øld. Eisini havi eg lisið nakrar leiðarar í dagblaðnum í 90’unum har áherðsla var um týdningin at verja okkara ”heimsins reinasta havumhvørvi”, gott nokk við einum søluendamálið, men allíkavæl eitt dømi um at høgra politikarar kunnu gott síggja vit og skil í at verja okkara umhvørvi.
Um eg skal kóka niður munin ímillum høgravent og vinstravent umhvørvisatlit, soleiðis sum eg havi skoða tað, so er tað munurin á raðfestingini ímillum lokalt og globalt. Um man skuldi sett tað uppí ein spíðs, so haldi eg at ein høgravendur umhvørvisetikkur raðfestir hægri ta lokalu náttúruna framm um tað stóru og óítøkiligu avbjóðingina við til dømis veðurlagsbroytingum. Tí vil eg loyva mær at siga at tó at Earth Hour ella jarðartímin byrjaði sum ein áminning um veðurlagsbroytingar, so vil eg bjóða tykkum at eina løtu hugsa um okkara egnu náttúru í Føroyum – okkara heim ella Oikos – tað er griska orðið sum bæði økonomi og økologi spretta burtur úr. Ljós og ljósdálking er ein sera góð illustratión av at lokala og globala umhvørvisatliti kunnu onkuntíð verða mótstríðandi.
Eitt lítið dømi: skynsamar kommunur royna at spara orku har sum tað ber til – tað gevur bæði økonomiska og økologiska meining. Men í hesi umskifting frá ”gammeldags” ljósperum til LED er eisini nakað annað óheppi hent. LED er sera orkusparandi, og tað er sjálvndi gott, men tað dregur samstundis nógvar ferðir meir kykt og djór at sær. Hetta er eitt fyribrigdi sum vit kallað ljósdálking. Sum við næstan allari tøkni so er ein skuggasíða, ella at har eru avleiðingar sum vit í fyrsta syfti ikki kundu gjøgnumskoða. Hetta er millum annað tað sum PhD næmingurin hjá mær Ben Porter er í Føroyum fyri at kannað – hvussu verður drunnhvíti og annar fuglur ávirkaður av mannaskaptum ljósið í Føroyum. Í Wales, har Ben kemur frá, hevur pápi Ben – ein rættilig eldsál, kempa fyri at fáa sonevnd ”dark skies reserve” – reservat har myrkri sleppur at verða óforstýra, har fólk kunnu fara og uppliva veruligt myrkur og fyri at kunna skoða alheimin uttan at verða forstýraði av mannaskaptum ljósið av jørðini. Wales hevur nú lýst trý slík økir at verða myrkareservat.
Okkara sjófuglur, serliga lundi, drunnhvíti og skrápur verða sera sterkt ávirkaðir av ljósið við tað at teir reiðrast í holum og teir brúka vanliga mánalýsi til at finna út á sjógv, fyri at koma so langt út frá landi sum gjørligt tá teir fara úr sínum holum. Tá ið teir tá síggja bjartar lyktapelar, so søkja teir tann vegin, og kunnu tískil enda í bygdum og býum runt umkring í Føroyum.
Eg veit at eg noyðist ikki at minna okkara núvernadi borgarstjóra um tað, men vit hava hinumegin Nólsoyarfjørð heimsins størsta drunnhvítabøli, og Føroyar sum heild væntast at húsa millum 50 og 80% av heimsstovninum. Hetta er ein ógvuliga stór ábyrgd á landsmynduleikum, men sanniliga eisini hjá kommununi og borgarum at vit ansa væl eftir hesi náttúruperlu. Har eru fleiri hóttanir ímóti drunnhvítanum og ljósdálking úr Havn er heilt sikkurt ein teirra.
Abbi og omma mín sum vóru túnabúgvar í eysturbýnum í Havn flutti til Havnar úr Vági seinast í 1950’unum, og tey hava fortalt mær at tað kom meir enn so fyri at tey høvdu drunnhvíta í onkrari pappeskju í kjallaranum fyri at hjálpa hesum lítla fuglinum aftur á sjógv dagin eftir. So seint sum í síðsta ár í september meðan eg koyrdi rundtúr í býarbussinum við mínum tvey ára gamla soni, sá eg ein deyðan skráp uppi í Hoyvík beint við rundkoyringina. Tað er rættiliga vist at ljós var viðvirkandi til at hesin fuglurin endaði við landsvegin og doyði av tí, tó at tað helst var ein bilur sum tók lívið av honum. Um tað ikki var ein bilur, so var tað ein leysgangandi ketta ella hundur.
Tað eru ikki bara djór sum verða ávirkaði neiliga av ljósið. Eg minnist hvussu nógv øtaðust um ljósmastranar í gundadali, sum nú eru at síggja í nógvum stórum bygdum í føroyum. Jú, gamaní skal tað verða pláss fyri ítróttinum, men stór inntriv í landslagið krevja líka stórt umhugsni í mun til ávirkan á fólk og fæ. Hetta verður í ov stóran mun gjørt uttan at hugsa seg um og uttan at taka neyðugt atlit til náttúruna og drunnhvítan.
Ljós er sentralt í okkara eksistensi. Vit skulu sjálvandi ikki romantisera myrkri sum um alt hevði verið betur um vit ikki høvdu ljós. Eg hevði ikki klára at hildi hesa taluna uttan ljós. Eg havi sjálvur mínar røtir í náttúruvísindi, sum sprakk uppúr einum tíðarskeiði sum vit kallað upplýsingartíðin. Ljós og upplýsing skulu bjarga okkum frá tí myrku miðøldini, og hetta er á sín hátt framvegis satt. Ljós hevur ein metaforiskan týdning um framburð og skapan, men tað er so týdningarmikið at øll tøkni verður brúkt og viðfarin við skili, tí sum sagt, tað eru sera ofta skuggasíður.
Í bókini ”Úr søgn og søgu” skrivar fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen soleiðis: ”Ungfólk í dag hava kanska mest lyndi til at flenna at tílíkum sum pátrúgv (og huldufólk skoyti eg uppí), ið átti stóran part av lívinum fyrr. Tað er mín vón, at við at lýsa pátrúgv í sambandi við samfelag og liviumstøður hjá fólki fyrr, kunna vit í dag skilja við eitt sindur størri álvarsemi tey fólk, ið hava livað her undan okkum, og tað lív, ið her hevur verið.”
Tað er ikki ofta at eg sum vísindafólk fái eitt ordiliga sterkt ”aha” upplivilsi longur, har tvey ting ordiliga fella uppá pláss í høvdinum. Men í einum prátið við ein professara úr vestur Skotlandi sum eitur Frank Rennie fekk eg júst tað. Tað var faktiskt niðri á Irish Pub í síðsta summar, tá hann við síni familju vitjaði Føroyar. Har fortaldi hann at eitt sterkt samanfall er í Skotlandi millum staðarnøvn og sagnir sum vísa til huldufólk og økir har sum skrápur reiðrast. Um tit kenna skráp, so er hetta ein fuglur sum liggur og letur í síni holu sum teir gera sær rundanum steinar og í urðum runt umkring. Tað eru rættiliga óhugnaliga ljóð sum koma undan hesum steinum um man gongur úti í haganum seint um kvøldið. Tí, hugsi eg, at har er eitt áhugavert samanfall ímillum at vit hava fingið ljós í allar bygdir í Føroyum og at bæði huldufólk og skrápur er minkaður burtur í onki stórar partar av Føroyum. Um vit sløktu ljósið ein dag í august og leitaðu okkum út í hagan, so kundi verið at okkara samband við okkara egnu náttúru bleiv sterkari, og eg trúgvi heilt avgjørt at vit høvdu sum Eyðun var inniá, betur skilt og virt tilveruna hjá okkara forfedrum í Føroyum.
Við orðunum hjá heimsspekinginum Arne Næss í bókini ”Ecology of wisdom” vil eg enda mína talu:
Mótstandarar av náttúruverju siga mangan at vit verja náttúruna í okkara ríku, industrialiseraðu samfeløgum fyri at tryggja vakurleika, útilív, ítrótt, og onnur ikki-lívsneyðug endamál fyri okkum sjálvi. Tað vildi gjørt okkum (náttúruverndarfólk) sterkari, um vit eftir ærliga reflektión funnu útav at vit kenna okkum hótt í okkara innastu sjálvsfatan. Um so er, kunnu vit meir sannførandi verja okkara lívsneyðugu áhugamál, heldur enn okkurt úti har. Tá eru vit virkin í sjálvverju - og at verja grundleggjandi mannarættindi er lívsneyðug sjálvverja.






