FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Lógir 12. mars 1980
Grein 1
Navn felagsins
Felagið eitur "Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag" (FNU).
Heimstaður tess er í Bøgøtu 14 í Tórshavn
Grein 2
Ásannan
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) ásannar og tekur avleiðingarnar av:
-
at eitt samfelag av plantum, djórum og menniskjum saman við sínum lívrunna og ólívrunna umhvørvi erfortreytin fyri øllum lívi á jørðini.
-
at henda vistskipan er støðufastari og sterkari, jú fjølbroyttari hon er,
-
at nærum øll vistfrøðilig afturgongd hevur við sær úrskeping av grøði og djóralívi.
-
at øll kykt, plantur, djór, landsløg og heildarmyndir í vistfrøðiligari javnvág bera friðhalgi, og at tað sostatt er skylda okkara at líta at jørðini, sjónum, vatninum, luftini, saman við teimum verum, sum liva har - ikki bert sum einum arvi frá forfedrum okkara. men eisini sum einum láni frá komandi ættarliðum.
-
at tey 3 fyribrigdi, ið kanska fremst eyðkenna menniskjuna fram um aðrar verur:
-
tøkni og búskapur
-
siðalag/átrúni og list
-
samfelagsskipan nú á døgum tykjast meira og meira at fara hvørt sína leið. Eitt samfelag, har umhvørvið skal vera í samljóði við seg sjálvt, hevur sum kanska fremstu treyt, júst at hesar tíggar leiðir aftur finna saman í eina, har orðið dygd stendur sum samnevnari fyri tær allar.
Grein 3
Endamál
FNU hevur til fremstu endamál:
-
at varðveita og verja náttúruna og umhvørvið,
-
at vekja ans og kenslur manna millum fyri vakurleikanum í óspiltari náttúru og umhvørvi,
-
at vekja fatan manna millum av tí lekidómi fyri likam og sál, sum ein óspilt náttúra og eitt umhvørvi í samljóði geva hvørjum einstøkum,
-
at vekja skyn manna millum á, hvussu neyðsýnt tað er, at samfelagið lagar seg eftir fortreytum náttúrunnar,
-
at breiða út kunnleika manna millum um, at ein lívsháttur í ídnaðarlondum við støðugt vaksandi nýtslu skapar vistfrøðiliga úrskeping og tí má broytast, skal eftirkomarum okkara vera lív lagað.
-
at vekja ans og kenslur manna millum fyri og fatan av, at tøknilig, evnislig og búskaparlig menning ikki kann skapa eitt umhvørvi í samljóði uttan so, at henda menning er neyvt knýtt at dygd í siðalag og list.
Grein 4
Virksemi
FNU skal í virksemi sínum:
-
fylgja væl við í øllum spurningum um náttúru og umhvørvi og bera kunnleika um og almannakunngera upplýsingar hesum viðvíkjandi,
-
vekja almannahugsan í týdningarmiklum spurningum,
-
ávirka myndugleikar og politikarar, so at teir ikki bert skilja hin stóra týdningin, tað hevur at verja náttúru og umhvørvi, men eisini taka avleiðingarnar av tí og virka hareftir,
-
fremja framtøkt virksemi í bygdum. býlingum, býum og sýslum,
-
virka fyri, at í øllum skúlum verður givin holl upplæring um náttúru og umhvørvi. Í upplæringini eigur serliga dentur at verða lagdur á at geva teimum ungu fatan av, hvussu týdningarmikið tað er at skilja tær ymisku lærugreinirnar við støði í einum heildarsjónarmiði.
Felagið er flokspolitisk óheft. Felagið eigur at søkja samstarv við onnur feløg, arbeiðsbólkar og aðrar skipanir bæði innan og uttanlands, sum hava áhuga fyri at varðveita og verja náttúru og umhvørvi, og at eggja til altjóða tiltøk innan øki.
Grein 5
Skipan
FNU er eitt hugsjónarfelag har eisini kommunur, feløg, stovnar o.tíl. kunnu gerast limir.
Grein 6
Limir - limagjald
Limir FNU eru limir, ið gjalda fult limagjald.
Ársaðalfundurin ásetir limagjaldið á hvørjum ári.
Limagjaldið fyri kommunur feløg, stovnar o.t. verður at áseta serskilt.
Grein 7
Nevnd felagsins
FNU verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 3 tiltakslimum valdum á ársaðalfundi og við ábyrgd fyri aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara.
Felagið verður teknað av nevndarformanninum - ella tá honum berst frá - av næstformanninum ella av tveimum av nevndarlimunum í felag. Við keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst samtykt av aðalfundi. Nevndin setir stavsfólk felagsins. Tilskilað í reglugerð kann nevndin veita umboðsfulltrú til kassameistaran ella ávís starvsfólk í felagnum. Í minsta lagi ein av fimm nevndarlimum skal vera undir 30 ár. Minst tvey í antin nevndini og/ella tiltakslimir skulu vera undir 30 ár.
Grein 8
Val av nevnd felagsins
Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár í senn. Tó fara 3 nevndarlimir og 1 tiltakslimur frá á fyrsta ársaðalfundi aftaná stovnan - hinir 2 limirnir og hinir 2 tiltakslimirnir á næsta fundi o.s.fr.
Nevndarlimir kunnu verda afturvaldir. Tó eigur nevndarlimur, ið hevur verið afturvaldur eina ferð - t.e. um hann hevur sitið í nevnd felagsins í samfeld 4 ár - ikki at kunna veljast aftur í nevndina fyri næstu 2 árini. Fráfarandi nevndarlimur kann tó veljast sum tiltakslimur.
Grein 9
Lýsing um aðalfund
Aðalfundurin er hægsta vald felagsins.
Ársaðalfundurin skal haldast í apríl mánaði á hvørjum ári.
Hann skal lýsast alment 14 dagar frammanundan.
Treytin fyri atkvøðurætti á fundinum er goldið limagjald.
Grein 10
Aðalfundur
Aðalfundur velur fundarstjóra eftir uppskoti frá nevndini.
Ársaðalfundurin viðgerð hesi mál:
-
Formaðurin bjóðar vælkomin
-
Val av orðstýrara
-
Val av skrivara
-
Ársfrágreiðing nevndarinnar
-
Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
-
Limagjald fyri komandi ár
-
Val av nevnd og tiltakslimum sambært grein 8
-
Val av grannskoðara
-
Innkomin mál
-
Ymiskt
Einki mál kanna avgerast bindandi fyri felagið uttan so, at tað er greiniliga lýst í fundarlýsingini.
Limir, ið umboða kommunur, feløg. stovnar o.t., hava hvør sær bert eina atkvøðu á aðalfundum. Teir kunnu tó ikki veljast í nevnd.
Roknskaparár felagsins er álmannakkaárið.
Grein 11
Eykaaðalfundir
Felagið heldur fundir so ofta, sum nevndin heldur neyðugt vera. Tá ið 30 limir skrivliga krevja aðalfund, skal nevndin kalla til fundar. Slíkir fundir skulu lýsast á sama hátt sum aðalfundir, og í hesi lýsing skulu eisini tey mál, ið verða at viðgera, vera greiniliga nevnd.
Grein 12
Fundir í nevndini
Nevndarfundir verða hildnir minst 6 ferðir um árið og annars, tá ið nevndarformaðurin ella 3 av nevndarlimunum halda tað vera neyðugt.
Fundurin er viðtøkuførur, tá ið meirilutin av nevndini er hjástaddur.
Fundir í nevndini verða í størst møguligan mun at halda kring alt landið.
Grein 13
Gerðabók
Nevndin førir gerðabók frá øllum fundum.
Útskrift av gerðabók frá aðalfundum, nevndarfundum o.ø. verður at senda limum og varalimum í nevndini.
Grein 14
Bráðneyðug tiltøk
Tá ið tiltøk eftir metan nevndarinnar eru bráðneyðug, verður nevndin at kalla saman. Er ein meiriluti í nevndini samdur um at fremja ávís tiltøk, verða tey at seta í verk. Eykaaðalfundur verður tá at halda innan 3 vikur aftaná at samtyktin er gjørd.
Grein 15
Lógarbroyting
Lógir felagsins verða altíð at laga seg eftir umstøðunum til frama fyri aðalmið felagsins. Tí skal skipanin - so sum her er lýst, og sum hon til hvørja tíð verður lýst - altíð skiljast sum ein skipan í støðugari menning.
Á øllum aðalfundum ræður meirilutin av greiddum atkvøðum. Tó verður henda lóg ikki broytt, uttan at minst helvtin av limunum eru á fundi, og minst tveir triðingar av hesum limum samtykkja tað.
Er ikki helvtin av limunum á fundi, kann verða boðað inn til eykaaðalfundar, áðrenn 2 mánaðir eru farnir, og kunnu tveir triðingar av limunum, sum tá eru á fundi, samtykkja lógarbroyting.
Grein 16
Avtøka av felagnum
Fyri avtøku av felagnum er sama skipan galdandi sum fyri lógarbroyting. Tó kann felagið ikki verða avtikið uttan eftir samtykt av tveimum fylgjandi aðalfundum.Við avtøku av felagnum ger aðalfundurin/eykaaðalfundurin av, hvørjum ognir felagsins skulu lutast.
Grein 17
Úrsøgn
Vil limur siga seg úr felagnum, skal hann geva skrivlig boð.
Soljóðandi samtykt á stovnandi aðalfundi hin 12.03.1980, við broytingum á eykaaðalfundi hin 03.05.1980 og við broytingum á aðalfundi 16.03.2002, á eykaaðalfundi 27.09.2014, á eykaaðalfundi 27.02.2016, og seinast á aðalfundi 23.04.2022.