top of page

KVF ger vart við plastdálking á Eiði - hvat siga alifyritøkurnar?

Kunnu føroysku alifyritøkurnar liva við, at tilfar frá einum veitara til alivinnuna dálkar so illa?


Í august gjørdi FNU vart við eina umfatandi plastdálking á Eiði - nú hevur Kringvarpið gjørt eitt innslag um dálkingina, men enn hava vit ikki hoyrt um nakra loysn. Um ikki fyritøkan KJ, sum stendur fyri dálkingini, er sinnað at finna eina loysn, kunnu føroysku alifyritøkurnar, sum eru kundar hjá KJ, ikki leggja trýst á fyritøkuna at steðga dálkingini?

Kringvarp Føroyar skrivar soleiðis: "Tað eru meir enn 24 ár síðani at fyritøkan KJ byrjaði sína framleiðslu av aliringum á kaiini á Eiði. Eingin Umhvørvisgóðkenning krevst, tí plastdálking er ikki fevnd av lógini um serligt dálkandi virksemi í umhvørvisverndarlógini. Hetta merkir, at tað er staðbundna kommunan, sum skal hava eftirlit við virkseminum og tað kann verða ein trupulleiki, tí Eiðis kommuna fær árliga eina góða hálva millión krónur í inntøkum frá virkseminum hjá KJ. 


Jóannes Norðberg Egilstrøð hevur í fleiri ár gjørt vart við trupulleikan við plastdálking á Eiði og víst á, at brúk er fyri einum óheftum myndugleika. 

Borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, metir ikki tað er ein trupulleiki, at kommunan er eftirlitsmyndugleiki hjá KJ samstundis sum kommunan fær eina góða inntøku frá KJ."

 
 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page