top of page

FNU til hoyring í løgtinginum

  • May 4
  • 1 min read

Í morgun var FNU til hoyring í fíggjarnevndini í løgtinginum í samband ætlaðu mvg-frítøkuna av bensin og diesel.


FNU mælir staðiliga frá at geva avsláttur til bensin og diesel. Bæði tí tað dálkar illa, tí tað rakar skeivt og m.a. verður ein avsláttur til ferðafólk í summar, og tí vit altíð fara at mæla til grønar loysnir heldur enn svartar.


Eitt dømi uppá eina grønari loysn:


Gevið teimum, sum tørva tað, frítt ferðakort í tríggjar mánaðir. Ein sum pendlar úr Eysturoynni til Havnar hvønn dag, kann við hesum lata bilin standa í tríggjar mánaðar og harvið spara fleiri túsund krónur.


FNU takkar fíggjarnevndini í løgtinginum fyri, at sjónarmið okkara eru partur av viðgerðini, og vónar, at ein betur loysn verður funnin.


 
 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page