FNU handar Vágs skúla veðurlagsvirðisløn hjá Lærarafelagnum
- 6 hours ago
- 1 min read

Føroya Náttúrú- og Umhvørvisfelag samstarvar við Lærarafelagið um at útpeika og handa veðurlagsvirðislønina, sum í ár fer til Vágs skúla.
Vágs skúli hevur arbeitt við at styrkja fatanina hjá næmingunum av plastdálking og burðardygd gjøgnum praktiska, kannandi og skapandi undirvísing. Hetta er gjørt við støði í nærumhvørvinum í Vági, so næmingarnir fáa innlit í, hvat teir sjálvir kunnu gera fyri at gera mun.
FNU ynskir tykkum øllum í Vágs skúla hjartaliga til lukku og takkar fyri eitt gott arbeiði.






