top of page

Um FNU

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag er sjálvboðið áhugafelag, ið varð stovnað grækarismessudag í 1980. Stovnandi aðalfundurin varð hildin í Roykstovuni í Kirkjubø. Orsøkin till stovnanina var, tí at SEV hevði ætlanir um at brúka Fjallavatn í Vágunum til streymframleiðslu. Her eydnaðist tíbetur at steðga ætlanini, men tíverri 13 ár seinni, var søgan ein onnur, tá orkuverk var gjørt við Eiðisvatni.

 

 

FNU endurstovnað

 

Føroyar hava seinastu árini ongan virknan umhvørvisfelagsskap havt, men nú kemur vend í. Eftir at FNU “Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag” hevur ligið stilt í nøkur ár, fer felagið nú aftur undir virksemi sítt at varpa ljós á umhvørvismál og umhvørvistrupulleikar. Á eykaaðalfundi hin 27. september 2014 varð nýggj nevnd vald, og nýggja nevndin gleðir seg at sleppa til verka, tí ríkiligt er at takast við á umhvørvisøkinum í Føroyum. FNU ásannar, at náttúra og umhvørvi eru grundarlagið undir allari vælferð, og tí fer FNU áhaldandi at arbeiða fyri at varðveita lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum og aðrastaðni.

 

FNU ásannar eisini, at okkara lívs- og vælferðargrundarlag í dag er undir stórum trýsti orsakað av ovurnýtslu og óhóskandi framleiðsluhættum. Størsta avbjóðingin fyri okkara og komandi ættarlið verður tí at finna loysnir og leistir, sum í longdini kunnu tryggja bæði umhvørvið og vælferðina. Nevndin ætlar, at FNU skal gerast ein pallur, har føroyingar kunnu savnast um hesi endamál. Hetta skal m.a. gerast við at limirnir skulu hava møguleikan at gerast virknir í tí aktiva arbeiðinum hjá felagnum. Tí vónar FNU at síggja bæði fyrrverandi og nýggjar limir, sum vilja vera við. 

 

 

Hví FNU?

 

Í londunum kring okkum er vanligt, at náttúru-verndarfeløg eru at vísa almenningin á týðandi náttúrumál, tí tað er ov lætt at (mis)nýta náttúruna uttan at taka hædd fyri avleiðingunum.

 

Í lógunum fyri FNU stendur m.a.: at FNU skal í virksemi sínum:

 

- Fylgja væl við í øllum spurningum um náttúru og umhvørvi og bera kunnleika um og almannakunngera upplýsingar hesum viðvíkjandi,

- Vekja almanna hugsan í týdningarmiklum spurningum,

- Ávirka myndugleikar og politikkarar, so at teir ikki bert skilja hin stóra týdningin, tað hevur at verja náttúru og umhvørvi, men eisini taka avleiðingarnar av tí og virka har eftir,

- Fremja framtøkt virksemi í bygdum, býlingum, býum og sýslum.

 

 

Hvat hevur FNU avrikað?

 

FNU hevur fleiri úrslit at vísa á: 

M.a. Fjallavatnsætlanin hjá SEV, ið var steðgað, lýsingarherferð móti óneyðugum kálkevnum, uppskot til vard øki, Føroya Reinasta Bygd, sóljan vald sum tjóðarblómu, luttøka á árligum norðurlendskum náttúruverndarfundi, fleiri ráðstevnur hava verið hildnar, (m.a. Orkuráð-stevnan í 2002, har vindkort yvir Føroyar var gjørt, og vindorka kom meira á breddan), umframt eitt ótal av lesarabrøvum.

 

 

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

 

Virðið. Verjið. Varðveitið.

 

 

 

bottom of page