FNU hevur til fremstu endamál:
• at varðveita og verja náttúruna og umhvørvi
• at vekja ans og kenslur manna millum fyri vakurleikanum í óspiltari náttúru og umhvørvi,
• at vekja fatan manna millum av tí lekidómi fyri likam og sál, sum ein óspilt náttúra og eitt umhvørvi í samljóði geva hvørjum einstøkum,
• at vekja skyn manna millum á, hvussu neyðsýnt tað er, at samfelagið lagar seg eftir fortreytum náttúrunnar,
• at breiða út kunnleika manna millum um, at ein lívsháttur í ídnaðarlondum við støðugt vaksandi nýtslu skapar vistfrøðiliga úrskeping og tí má broytast, skal eftirkomarum okkara vera lív lagað.
• at vekja ans og kenslur manna millum fyri og fatan av, at tøknilig, evnislig og búskaparlig menning ikki kann skapa eitt umhvørvi í samljóði uttan so, at henda menning er neyvt knýtt at dygd í siðalag og list.
![](https://static.wixstatic.com/media/e489f3_4167417c745f4370859e3707ee4b525f.png/v1/fill/w_207,h_280,al_c,q_85,usm_0.66_1.00_0.01,enc_avif,quality_auto/e489f3_4167417c745f4370859e3707ee4b525f.png)