Strikið ikki mvg á brennievni til bilar
- 5 days ago
- 2 min read
FNU viðmerkir lógaruppskotið um at strika meirvirðisgjaldið á bensin og diesel: Brúkið arbeiðsorkuna rætt, tryggið heldur grøna og bíliga orku til øll

Uppskotið frá landsstýrinum um at strika MVG á bensin og diesel í tríggjar mánaðir kann tykjast kærkomið við fyrsta eygnakasti. Men í veruleikanum er hetta eitt stuttskygt plástur - ikki ein varandi loysn. Heldur skulu vit arbeiða langskygt og tryggja øllum varandi orku, sum er munandi bíligari enn bensin, diesel og olja.
Skeiv raðfesting
Hví fevnir uppskotið ikki um olju til upphiting av húsum, tá ein av stóru útreiðslupostunum hjá føroysku húsarhaldunum er olja? Og hví verður ikki hugt at, hvønn tørv fólk hava? Eins nógv verður latið í stuðli til allar føroyingar óansæð inntøku. Tað merkir, at tey, sum veruliga hava tørv á einum fíggjarligum lætta, sita eftir uttan nakran lætta, meðan dýrabarir almennir pengar verða brúktir óneyðugt til stuðul til fólk, ið frammanundan hava nokk.
Í fleiri ár hevur MVG afturbering verið latin til elbilar og grønar orkuskipanir. Men hesar verða nú niðurlagaðar, og onki kemur í staðin til tey, ið eru ringast fyri, og enn ikki hava havt møguleika at leggja um.
Uppskotið er ein skeiv raðfesting. Tí hvat ætlar landsstýrið, tá hesir tríggir mánaðirnir eru farnir, og vit framvegis eru bundin at einum dálkandi, óhaldbærum og ótryggum altjóða oljumarknaði, har prísirnir broytast frá degi til dags?
Tryggleikin, føroyskar familjur hava tørv á
Í staðin fyri at brúka almennar pengar upp á at gera olju til bilar bíligari í nakrar mánaðir, eigur politiska skipanin at hugsa longur fram. Vit eiga at brúka okkara skattakrónur til at hjálpa fólki burtur frá oljuni.
Vit skulu styrkja og útbyggja stuðulsskipanir til grøna orkuskiftið, tryggja at stuðulin er sosialt rættvísur og tekur hædd fyri inntøku, og at gera tað lætt og møguligt hjá øllum, ikki bara nøkrum, at skifta frá olju til grønar loysnir. Annars fáa vit ikki øll við.
Tað er tann tryggleikin, føroyskar familjur hava tørv á. Samstundis sum tað er betri fyri umhvørvið og samfelagið sum heild, bæði nú og frameftir.
Loysnin er ikki at halda fast í olju, sum er bæði ótrygg og dálkandi. Loysnin er at gera oljuna óneyðuga.
Setið røttu kósina
FNU heitir á landsstýrið um at seta røttu kórina. Komið ikki við fleiri stuttum og dýrum hjálparpakkum til olju. Tryggið bæði búskaparligan, sosialan og umhvørvisligan stabilitet við at arbeiða seriøst fram móti varandi loysnum - ikki bíligari olju í tríggjar mánaðir.
“Mangir løkir smáir, gera stórar áir”.
Tað er soleiðis, vit tryggja okkara fólki, okkara umhvørvi og okkara framtíð.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Leinki til keldur:
Just Transition
The political economy of the just transition
Energy justice A conceptual review
A global perspective on domestic energy deprivation
Stern Review on the Economics of Climate Change
World Energy Outlook Energy and Social Equity
Climate Policies for Inclusive Growth
Guidelines for a Just Transition






