top of page

Verkætlanarsamskipari til Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelags leitar eftir einum ágrýtnum verkætlanarsamskipara til eitt tíðaravmarkað starv. Talan er um eitt hálvtíðarstarv í tíðarskeiðinum 1. februar - 1. oktobur 2023, við møguleika at leingja.


Um starvið

Verkætlanarsamskiparin hevur ábyrgdina av dagliga arbeiðinum í FNU, millum annað at fyrireika fundir og seta í verk avgerðir hjá nevndini. Harafturat hevur samskiparin ábyrgd av at skipa fyri tiltøkum, skriva tíðindaskriv og miðla um virksemið í FNU. Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv.


Høvuðsuppgávur

  • Vera við til fundir hjá nevndini og seta átøk í verk

  • Samskiparin skal, í samstarvi við nevndina, skipa fyri tiltøkum - so sum fyrilestrum, hugnakvøldum, sosialum tiltøkum fyri limir og/ella almenninginum

  • Umsita heimasíðuna og sosialar miðlar

  • Søkja stuðul frá grunnum, fyritøkum v.m.

  • Svara fyrispurningum og umsita teldupostin hjá felagnum


Førleikakrøv

Vit vænta at tú:

  • ert ágrýtin og hevur áhuga fyri náttúru og umhvørvi

  • hevur góð samstarvsevnir

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og klárar at hava fleiri jørn í eldinum

  • megnar at seta verkætlanir í verk og føra tær á mál

  • kann mynda og umboða FNU í almenna rúminum


Setanarviðurskifti

Talan er um eitt hálvtíðarstarv, sum verður sett 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 1. oktobur 2023, men møguleiki er at leingja tað. Setanarstað er í Tórshavn.


Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu.


Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera FNU í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur 2022. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til fnu@fnu.fo. Viðmerk teldupostin “Verkætlanarsamskipari”.


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fíu Niclasen á fianiclasen@gmail.com ella tlf. 504440.



bottom of page