top of page

Verkstovur á Náttúruráðstevnuni 2023


Á Náttúruráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 3. oktober, kanst tú velja millum fimm áhugaverdar verkstovur. Les meira niðanfyri.








NÁTTÚRULOYSNIR OG "VILT VIÐ VILJA" Í FØROYUM

Verkstova.

Á hesi verkstovu fer Jóna Ólavsdóttir at greiða stutt frá um norðurlendsku verkætlanina Náttúruloysnir og hvat náttúruloysnir eru. Síðan fer Sunnvør í Kongsstovu, námslektari í mýlalívsvísindum, at hava eina framløgu um hví “Vilt við vilja”, sum er vorðið sera kent uttanlands er eitt gott boð upp á, hvussu mann kann økja um lívmargfeldi. Til endans á hesi verkstovu fara vit at hoyra býargartnaran í Vága kommunu, Búgva Róin, vísa okkum á, hvussu hann hevur arbeitt við hesum.

Um tú hevur ein hava, trøð, bóndagarð ella annað, sum tú ynskir skal vera meira villur, so er hetta verkstovan fyri teg. Tit eru vælkomin at taka myndir við av økjum, sum tit ynskja skulu vera meira vill, soleiðis at mann saman kann koma við uppskotum til, hvat mann kann gera heima í sínum egna garði. Á verkstovuni ber eisini til at melda seg inn í nýggja Vilt við vilja-netverkið, sum verður stovnað á degnum.



NÝGGI ALTJÓÐA LÍVMARGFELDISSÁTTMÁLIN Í FØROYSKUM HØPI

Verkstova

Á hesari verkstovuni verður greitt frá um nýggja altjóða Kunming Montreal-lívmargfeldissáttmálan. Sáttmálin setur fleiri ambitiøs mál, sum skulu náast áðrenn ár 2030 - eitt nú, at vit skulu verja 30 % av náttúru á landi og á havinum. Men hvussu kann hetta síggja út í føroyskum høpi?

Á verkstovuni fáa luttakarar møguleika at siga sína hugsan um, hvussu Føroyar kunnu náa málunum í sáttmálanum.




CITIZEN SCIENCE, HAVMÁTINGARTÓL OG EBIRD

Verkstova

Á hesi verkstovu fer Hjálmar Hátún at greiða frá Citizen science (borgaravísindi), og hvat tað er. Sum eitt dømi um Citizen science eru tey á Havstovuni í gongd við at fáa eitt tól, sum kann máta ymiskt í havinum m.a. salt, temperatur, dýpi. Hetta tól kunnu fólk so lána til at samla inn data, tá tey sjálvi fara á flot. Eitt annað dømi er appin eBird, har fólk úr øllum heiminum kunnu skráseta fuglar. Hetta kemur Diana Krossá Kongsbak frá Fuglafrøðifelagnum at greiða nærri frá. Vit viðmæla luttakarum at taka appina eBird niður áðrenn verkstovuna.



BYRJA EINA KOMPOSTSKIPAN

Verkstova

Um mann er á einum arbeiðsplássi, skúla ella bara heima, og vil læra eitt sindur um kompostskipan til størri brúk, og hvussu tað kann skipast, so er hetta verkstovan, har mann lærir tað. Skúlin á Løgmannabreyt byrjaði á heysti 2020 at gera eina kompostskipan fyri allan skúlan, har børnini eru við til at skilja rusk og læra eisini um skipanina. Á hesari verkstovuni fer Jón Kragesteen, varaskúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt, at greiða frá verkætlanini, og luttakarar fáa høvi at síggja skipanina og spyrja spurningar.



NÁTTÚRUTILKNÝTI HJÁ BØRNUM (YOUTH FOR ARCTIC NATURE)*

Verkstova

Youth for Arctic Nature (YAN) er ein altjóða vísindagrundað djóralívs- og umhvørvislæruverkætlan, ætlað børnum og ungum í aldrinum 5-30 ár. Málið er at eggja børnum og ungum at taka lut í kanningum av náttúru- og umhvørvisbroytingum í Arktis og subarktisku økjunum. Á hesari verkstovu verður greitt frá royndunum, sum tey á YAN hava við at skapa altjóða ungar náttúrutilknýtisbólkar, granskarar og lokalir felagsskapir sum fáast við djóralívsyvirvøku og náttúrulæruaktivitetir. Tey fara á hesi verkstovu m.a. at tosa um teirra náttúru-app, náttúruaktivitetir, tilknýti hjá børnum til natúrliga heimin, um at samla dáta, og náttúrupedagogikk.

*Hendan verkstovan verður á enskum.





Comentarios


bottom of page