Veðurlagskreppan er ikki eitt framtíðarhugtak - vit liva í henni. Allastaðni kring heimin síggja vit oyðileggjandi árinini av veðurlagsbroytingunum á náttúru, djóra- og menniskjalív: Turkur, vatnflóðir og skógareldar herja, plantu- og djórasløg doyggja út, og grundleggjandi mannarættindi eru hótt.
Sunnudagin bjóðaði FNU, Veðurlagslóg NÚ og Amnesty Føroyar á veðurlagsvalfund í Auluni í Finsen, har veðurlagskreppan var í miðdeplinum. Vit spurdu nakrar av okkara fremstu serfrøðingar og politisku valevnini um átøk, náttúruvernd, bindandi veðurlagslóg, vakstrarkritikk, grøna orkuskiftið og veðurlagsrættvísi.
Fitt av fólki var møtt til tiltakið. Vertur var Kolbrún í Haraldstovu, nevndarlimur í FNU. Tiltakið varð stroymt á Facebook.
Tiltakið byrjaði við einari røðu, sum Elin Sólvør á Løgmansbø, limur í Amnesty Ung bar fram. Hon setti í perspektiv, hvussu órættvíst veðurlagsbroytingarnar raka. Tey, sum hava útleitt minst av vakstrarhúsgassum, eru samstundis tey, sum verða harðast rakt.
Eftir røðuna hjá Elini Sólvør las Sanna Andrassdóttir Dahl tvær yrkingar upp úr savninum Bónusyrkingar 44 % meir, sum kendi íslendski rithøvundurin og umhvørvisturin, Andri Snær Magnason hevur skrivað.
Síðani var tíðin komin til framløguna hjá Boga Hansen, havfrøðing. Bogi greiddi frá veðurlagskreppuni, og hvussu stórt útlátið er fyri ymisk lond fyri hvønn íbúgva. Ikki óvæntað vísti hann á, at útlátið hjá hvørjum føroyingi er millum tey størstu í heiminum.
Eftir hetta sluppu valevni hjá politisku flokkunum framat, og vit fingu eitt lívligt kjak um veðurlagsátøk.
Aftan á kjakið var ein lítil steðgur, har fundarluttakararnir kundu fáa sær eitt gott prát aftur við einum kaffimunni.
Áðrenn seinnu framløgu og kjak las Marjun Syderbø Kjelnæs nakrar av sínum yrkingum úr savninum Karmageitin.
Eftir yrkingaupplesturin hevði Ragnheiður Bogadóttir, lektari í samfelagsvísindum á Setrinum eina framløgu um vakstrarkritikk. Hon vísti á, at kravið um vøkstur átti at verði endurskoðað, tí búskaparvøksturin, sum vit kenna hann nú, gongur út yvir margfeldið, jørðina, trivnaðin og vælferðina.
Síðani sluppu valevni aftur framat at kjakast um náttúruvernd og vakstrarkritikk. Orðstýrari á báðum politisku kjakunum var Marjun Dalsgaard.
Tiltakið endaði við, at Kolbrún í Haraldstovu greiddi frá tørvinum á gransking av føroysku nátturuni, og hvussu umráðandi tað er at verja lívfrøðiliga margfeldið.
Myndir: Elsa Berg og Ebba Mortensen