top of page

Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla

Nú heystið er komið, er føroyskt grønmeti at fáa til keyps hvønn mikudag kl. 14.00 i Vágsbotni í Havn. Hetta er framúr grønmeti við framúr góðsku og smakki, sum kemur frá grønmetisframleiðarum í Sandoynni.

FNU vil við hesum varpa ljós á týdningin av, at vit øll, hvør sær, stuðla øllum, sum framleiða føroyskt grønmeti. Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum framleiða størri part av tí, sum vit eta, tí tað er bæði gott fyri búskapin og tað er gott fyri umhvørvið, at maturin, sum vit eta, skal so stutta leið, sum til ber og harvið hevur minni CO2 útlát. Og ikki minst, er tað ein góð kensla, at vit í Føroyum megna at skapa “stutt fluttar føroyskar framleiðslur” á høgum gastronomiskum støði.

FNU fegnast um gongdina seinnu árini, sum ikki minst er eyðsýnd í Sandoynni, har bæði bøndur og Veltan taka stór stig.


bottom of page