top of page

Opin áheitan at tryggja verjuna av náttúruni í Kollinum á Eiði

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur í dag sent soljóðandi skriv til landsstýrisfólkið í Náttúrumálum, Ingilín D. Strøm, og landsstýrisfólkið í Landbúnaðarmálum, Høgna Hoydal:

 

Opin áheitan frá FNU at tryggja verjuna av náttúruni í Kollinum á Eiði við burðardyggum landbúnaði


Á náttúruráðstevnuni, sum FNU skipaði fyri í Norðurlandahúsinum 3. oktober vóru fleiri góð hugskot frammi um, hvussu vit sum samfelag kunnu gerast betri til at verja okkara náttúru, men serliga er eitt hugskot, sum vit her ikki vilja lata fara framvið – tað er at fáa náttúruna í Kollinum á Eiði betur varda.



Skjótt syftir seiðir


Hendan dagin í Norðurlandahúsinum vóru fleiri góð og áhugaverd upplegg. Millum annað legði Magnus Gaard – rektari á Miðnám í Vestmanna og viðurkendur plantulívfrøðingur - upp til, at har eru nakrir skjótt syftir seiðir hjá Ingilín D. Strøm og náttúrufyrisitingini at fara í holt við. Eitt dømi, sum Magnus nevndi, var Kollurin á Eiði, sum í føroyskum høpi er eitt rættiligt plantufrøðiligt unikum. Ein stór orsøk til, at Kollurin rúmar so ríkari plantunáttúru er, at Kollurin er summarfriðaður – tað er, at seyður sleppur ikki at ganga har og eta um summarið. Henda lítla tálmingin í seyðabiti kundi rættiliga verið ein fyrimynd fyri nógv onnur støð í landinum, men hetta vísir eisini, at náttúruverja nýtist ikki at verða eitt svart/hvítt val ímillum totala friðing ella yvirdrivið seyðabit. Men, sum Magnus undirstrikaði, so er hendan landbúnaðarsiðvenjan ikki lógarfest ella tinglýst nakrastaðni, so tað er ongin trygd fyri, at nútíðar- ella framtíðareigarar ikki kunnu broyta hesa siðvenju, og tað hevði verið til stóran skaða fyri náttúruna í Kollinum og fyri føroysku náttúruna í heila tikið!



Kongsjørð og ognarjørð


Jørðin í Føroyum er áleið helvt um helvt ognarjørð (jørð har ein ella fleiri eigarar eru) og kongsjørð (almenn jørð, sum verður umsitin av festarum). Nógvastaðni (og soleiðis er fyri viðkomandi hagapart á Eiði – ”Norðurhelvt”) er tað ein blandingur, soleiðis at partur av einum haga er ognarjørð, og ein partur er kongsjørð. Sambært heimabeiti og Búnaðarstovuni so er Norðurhelvt á Eiði samanlagt 12 merkur og 2 av teimum eru kongsjørð.


Nú frættist í útvarpssending í farnu viku, at kongsbóndin á Eiði er komin uppí árini og hevur í hyggju at siga festi frá sær í næstum. Tað fer við øðrum orðum væntandi eitt festisskifti fram í nærmastu framtíð, og her er tað, at okkara landsstýrisfólk í landbúnaðarmálum og landsstýrisfólk í náttúrumálum hava ein rættiliga serstakan og stuttfreistaðan møguleika at gera nakað munagott fyri at verja føroyska náttúru og samstundis gera eitt stórt frammstig fyri at nærkast burðardyggum landbúnaði í Føroyum. Um Føroya Landsstýri vildi tað, kundi mann avtikið ella uppsagt hesar tvær merkurnar, og afturfyri bleiv tinglýst fyri hagapartin Norðurhelvt, at ongin seyður skal ganga í Kollinum um summarið. Mann kundi eisini farið longri og sagt, at tað áseyðatalið sum er knýtt at kongsjørðini, skal heilt ella partvíst takast av, og sostatt fingu írestandi ognarar betri seyð, og trýstið á náttúruna hevði verið tað minni. Hetta er við øðrum orðum eitt upplagt høvi hjá landsmynduleikum at praktisera tað, sum teir prædika.



Tvey viðkomandi landsstýrisfólk


Eitt festisskifti er sjálvsagt eitt landbúnaðarmál, men vit vilja í FNU eisini minna á, at landbúnaðurin er ein sera stórur og týdningarmikil partur av, hvussu vit frameftir fyrisita náttúruna á landi í Føroyum, og landbúnaðurin má førka seg burðardygga vegin til frama fyri okkara náttúru. Hesar tvær merkur hava eisini innangarðsjørð tilknýtta, og har kundi verið lagamanni at oyramerkt hana til at fremja ”Vilt við vilja”, grønmetisframleiðslu ella felagsveltur til Eiðisfólk.


Í lógini um Náttúruvernd stendur í paragraff 18 fyri verndarøkir á landi part 5) økir við serstøkum náttúrusøguligum virðum, og 6) náttúru, sum er merkt av brúki gjøgnum tíðirnar, ella sum eisini hevur mentanarsøgulig virðir, og at skipa brúk, sum ger sítt til at røkja náttúruvirðini. Kollurin á Eiði er ein av okkara heilt serligu náttúruperlum, og um mann vardi náttúruna í Kollinum væl, so hevði hetta verið ein rættiligur varði og fyrimynd fyri onnur rík náttúruøki í Føroyum.


Vit í FNU vilja sostatt heita á bæði landsstýrisfólkini at seta seg saman at umrøða møguleikan fyri at staðfesta Kollin sum eitt øki við serliga týdningarmiklari náttúru, og at tað tí hevur serligan týdning at staðfesta burðardyggan landbúnað í hesum økinum.


Hetta er í veruleikanum bert ein spurningur um almennu Føroyar sum forvalta kongsjørðina í Føroyum vilja leggja handling aftan fyri síni mongu føgru orð um at verja náttúruna. Vit eru samd við Magnus Gaard í, at hetta er ein skjótt syftur seiður, men skjótt má handlast, tí um festisskiftið verður útført, so má mann bíða helst í 25 ár afturat, til mann kanska fær hendan møguleika aftur.


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag



Mynd: Eiðis Kommuna

bottom of page