top of page

Labour vil steðga gass- og oljuleiting

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, fegnast um, at bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, vil steðga nýggjum gass- og oljuvirksemi í Norðsjónum. Hetta er í samsvari við París-sáttmálan og eitt tekin til politisku skipanina í Føroyum um at lata oljuna, sum kanska finst í undirgrundini, liggja


Bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, ætlar at steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Hetta boðaðu bretskir fjølmiðlar frá seinasta vikusskifti, og hevur Labour-flokkurin váttað tíðindini.


Avgerðin er liður í eini størri ætlan hjá Labour, sum hevur til endamál at gera Bretland til eitt stórveldi innan varandi orkukeldur og at skapa fleiri hundrað túsund nýggj arbeiðspláss í einum burðardyggum orkuídnaði.


Labour ætlar, at eingi nýggj loyvi skulu verða latin til gass- og oljuvirksemi í Norðsjónum, men at verandi loyvi kunnu halda fram. Hetta er í andsøgn við politikkin hjá konservativu bretsku stjórnini, sum stuðlar framhaldandi útbygging av olju- og gassídnaðinum í Norðsjónum.


Í samsvari við tilmælini

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fegnast um tíðindini, sum benda á eitt umskifti í bretskum orkupolitikki. Nakað, sum kann fara at merkjast, um tað hendir eitt valdsskifti eftir eitt komandi val, sum verður í seinasta lagi í januar 2025.


Labour-fráboðanin er í samsvari við tilmælini, sum skulu forða fyri, at alheims upphitingin ikki fær vanlukkuligar fylgjur.


Málið í París-sáttmálanum er, at hitin á jørðini má ikki hækka meira enn 1,5 stig, og sambært altjóða veðurlagsnevndini hjá ST, IPCC, er útlátið longu frá teimum verandi fossilu orkukeldunum nóg stórt, í sjálvum sær, at raka vandamarkið.


Í eini frágreiðing frá altjóða granskingarstovninum International Energy Agency í 2021 var niðurstøðan, at skal 1,5C -málið í Parísavtaluni røkkast, er neyðugt at steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi frá 2022 at rokna. Hetta sama hava aðrir granskingarstovnan eisini sagt.


Eitt signal

Tað, at annar av stóru flokkunum í Bretlandi ætlar at leggja uppskot fram at banna øllum nýggjum olju- og gassætlanum á bretska landgrunninum eru góð og upplyftandi tíðindi. Hetta ber boð um, at vitanin og tilvitanin um veðurlagsbroytingarnar, sum eru elvdar av nógva CO2 útlátinum frá fossilum brennievni, vinna fram millum politikararnar.


Tað fara tey vónandi eisini at gera her heima.


Hóast fleiri politikarar á løgtingi og í landsstýri taka ávaringarnar á veðurlagsøkinum í álvara, so er enn eingin flokkur í Føroyum, sum alment hevur tikið frástøðu frá oljuleiting á føroyska landgrunninum.


FNU vónar, at politisku flokkarnir leggja sær politiska umskiftið í Bretlandi í geyma. Útmeldingarnar eru eitt greitt tekn frá okkara nærmastu grannum um, at tað blæsa nýggir politiskir vindar í politisku skipanini á orkuøkinum, og at hetta er so avgjørt ikki rætta løtan hjá Føroyum, at fara undir eitt oljuævintýr.


Føroya Náttúru- og Umhvøvisfelag

1. juni 2023


Keldur:




Bretski Labour-flokkurin vil steðga nýggjum gass- og oljuleitingum í Norðsjónum, og hetta er í samsvari við ST-metingar og tilmælið frá m.a. altjóða orkustovninum IEA, International Energy Agency. Mynd: Ingi Sørensen.

bottom of page