top of page

Har sólin vermir meg, brennir hon eina aðra

Røða, sum Elin Sólvør á Løgmansbø, limur í Amnesty Ung, bar fram á Veðurlagsvalfundinum í Finsen 4. desember 2022.



Onkuntíð, tá eg hyggi yvir um hav, út í tað óendaliga bláa og síggi skíggini liggja beint yvir horisontin, unni eg mær at hugsa, hvussu heppin eg eri. At eg standi her, 19 ára gomul, heit í kalda Føroyum, í mínum stóra leðurjakka, turriklæði og húgvu, sum eg havi verið so heppin at funnið í Bláa Krossi.


Hyggi út í tað óendaliga bláa og veit, at handan meg rokast familja og vinir. Fáast við okkurt spennandi, sum eg heilt víst fari at hoyra alt um, tá eg komi aftur til staðið, eg kalli heima. At gera skúlating, ella bara okkurt, mær lystir.


Men samstundist sum hendan sápubløran fyllur meg við kensluni av tryggleika, prikar okkurt aftast í heilanum, melur djúpt í maganum og stingur í hjartanum. Tí eg undrist. Kanska ein 19 ára gomul genta, eins og eg, júst nú stendur og hyggur út á tað óendaliga bláa, men kann ikki gera so sum eg.


Kann ikki, eins og eg, venda heim til familju og vinir, og hoyra um rokið frá degnum, ið varð, tí gerandisdagurin har er als ikki so, sum tey einaferð vóru von við. Og rokið, tey nú merkja, er ikki bara rokið frá einum langum skúladegi, ella rokið frá einum stressandi arbeiði.


Kann ikki, eins og eg, venda heim aftur. Tí tað, sum einaferð var heima, er ikki eitt heim longur. Nú má hon kanska leypa í ein bjargingarbát, og lata seg reka longur og longur burtur í ókent hav, og um hon er heppin, megnar hon kanska at fóta sær onkunstaði, har fólkið ynskir at hjálpa henni. Er hon óheppin, endar hon í millum tey fleiri túsundtals veðurlagsflóttafólkini, sum árliga doyggja í høvunum, vit fiska í.


Hon kann ikki, eins og eg, venda trygt heim aftur, tá hjartað ikki orkar meira at lýta út í tað óendaliga bláa.


Tí har sólin vermir meg,

brennir hon eina aðra.


Har regnið gevur lív til grasið í túninum hjá mær,

druknar og oyðileggur tað túnið hjá einum ørðum.


Og meðan eg hyggi út í tað óendaliga bláa, og kenni skomm og hjálparloysi, veksur skuldarkenslan meira og meira, tí eg veit, at Eg. Eri. Heppin.


Vit eru heppin.


Vit standa í eini gyltari støðu, men tó spøkir okkara ego og dulmar samhugan við medmenniskju okkara. Vit blíva blind av egnum áhugamálum, og vit síggja ikki longur fram enn til hylin, bilurin stendur parkeraður í.


Veðurlagsbroytingarnar ávirka okkum øll, men ávirka ikki okkum øll í sama mun. Á sama hátt eru mannarættindi sera ójavnt býtt millum okkum menniskju, bæði politiskt og landafrøðisliga, heilt frá barnsburði.


Í dag standa 10% av heimsins fólkatali fyri sama co2 útláti, sum hini 90% standa fyri. Vit eru millum tey 10%. Vit hava tað gott og liva væl, í meðan restin av heiminum, ið hevur ávirka minst, lýður mest av avleiðingunum.


Í ST-sáttmálanum undir grein 28 stendur; “Øll hava rætt til sosiala og altjóða reglugerð, har rættindini og frælsi skriva í hesum sáttmálanum kann vera púra útinna.” Soleiðis er ikki. Mannarættindi eru ikki heilt galdandi fyri øll. Tað er enn ein stætt, ein rasa, ein sexualitetur og eitt kyn ið fær bestu ágóðarnar av mannarættindunum. Hetta er ikki rætt. Tað er ræðandi at hugsa sær, hvussu stórur partur av hesum sera ójavnað heiminum, vit hava bygt upp, verður gloymdur burtur. Somuleiðis er veðurlagskreppan ikki bara eitt stríð fyri politikkarar; tað er eisini eitt stríð fyri kvinnurørsluna, fyri BlackLivesMatter rørsluna, og fyri LGBTQ+ rørsluna. Veðurlagsbroytingar ávirka okkum øll, men ávirka ikki okkum øll í sama mun.


Tað eru tveir sera ymskir trupuleikar, tey 10% av heiminum og tey 90% av heiminum skula handfara.

Ídnaðarlond mugu skera niður upp á útlátið av vakstrarhúsgassi, mugu gerðast nógv meira orkuvirkin, og mugu tillaga seg til varandi orkukeldur skjótast gjørligt.


Í menningarlondum, har tey ikki frammanundan hava haft somu møguleikar sum ídnaðarlond, eru tey noydd at finna fótafestið, somuleiðis sum tey skulu mennast og blíva búskaparliga virkin, uttan nakað útlát av vakstrarhúsgasssi. Tað er eitt annað slag av stríði, tí einki land í heiminum hevur megnað at ment seg uttan útlát. Tí krevur tað fullan altjóða stuðul, bæði búskaparliga, tøkniliga og kerviliga. Tí einki land megnar at snúgva sær undan veðurlagsbroytingum; hetta krevur altjóða solidaritet.


Og hóast tað er trupult at hugsa sær, at onkur, hinumegin okkum, júst nú stendur og lýtur út í tað óendaliga bláa, og má flýggja úr egnum heimlandi, mugu vit ynskja at gera okkurt við støðuna.

Tí hvørji eru vit sum menniskju og sum samfelag, tá vit hvørja ferð velja at hyggja burtur frá tí óendaliga bláa?


Mynd: Elsa Berg.

bottom of page