top of page

Nýggjur aðalskrivari settur

ree

FNU fegnast um, at Birgith Lassen er sett í farloyvisstarvið sum aðalskrivari hjá FNU.


Birgith er útbúgvin journalist og hevur seinastu árini starvast sum marknaðarleiðari. Hon hevur eisini royndir sum samskiftisráðgevi og sum journalist á Kringvarpi Føroya. Afturat hesum er hon forkvinna í Veltuni á Sandi og stovnari av fyritøkuni Býarfesti, sum framleiðir føroyskt grønmeti og byggir m.a. vakstrartunlar úr endurnýttum tilfari.


Birgith tekur við starvinum 1. oktober, og vit í nevndini gleða okkum til eitt gott samstarv.


Samstundis vilja vit ynskja Fíu Niclasen blíðan byr, nú hon fer í barnsburðarfarloyvi 10. oktober.

 
 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page