Veðurlagslóg - tín meining telur!
- duritam
- Sep 9, 2025
- 1 min read

Hvussu eigur ein veðurlagslóg at síggja út? Hvat er týdningarmikið at fáa við?
Vit bjóða limum og øðrum áhugaðum til eitt tiltak mikukvøldið 8. oktobur kl.19.00 - 21.00 í Perluni. Her fara vit í felag at kjakast, hugsa og menna uppskot til, hvussu ein veðurlagslóg kann síggja út.
Ætlanin er at savna ymisk sjónarmið, royndir og hugskot, so vit fáa eitt so sterkt og viðkomandi grundarlag sum gjørligt. Tiltakið verður skipað sum ein opin prosess, har fólk kunnu geva sítt íkast.






