top of page

FUGLAR OKKARA - nýggja fuglabókin


Tillukku Jórun og Silas ! FNU vil fegið ynskja Jórun og Silas hjartaliga tillukku við stórverkinum FUGLAR OKKARA. Tað var ein sera stór løta í Norðurlandahusinum í gjárkvøldið, har tey bæði løgdu bókina fram. Áhugavert at hoyra, hvussu stórt margfeldi vit hava av fugli her á landi, og hvussu týdningarmikið tað er, at vit verja og ansa eftir fuglinum og at lata náttúruna stýra sær sjálvari – menniskjan skal ikki “blanda” seg. FNU fegnast um, at vit hava slíkar granskarar og entusiastar sum Jórun og Silas á alheimsstøði – tit gera Føroyar størri og ríka hvønn dagin hjá øllum fuglafjepparum. FUGLAR OKKARA verður ein varði í Skandinaviskari fuglafrøði. Eisini rós til SPROTAN fyri at hava staðið fyri útgávuni, sum gjørdist møguleiki við góðum stuðli frá okkara vinnufyritøkum og danska grunninum Aage V. Jensens. Gott team work! Enn einaferð tillukku :) FNU


bottom of page