top of page

FNU hevur aðalfund leygardagin tann 9. mars 2024 kl. 16. 




Aðalfundurin verður hildin á Havstovuni, Nóatún 1, FO 100 Tórshavn


Byrjað verður við framløgu kl. 16.00 (nærri kunning kemur seinni)

Uml. kl. 17.30, eftir framløgu og møguligum, orðaskifti byrjar aðalfundurin við skrá sambært lógum felagsins, sí https://www.fnu.fo/vidtokur-felagsins 


Eftir aðalfundin verður høvi til gott prát saman við onkrum góðum til góman. 


Kl. 19.00 byrjar árliga veitslan, og verður hon aftur í ár hildin saman við Fuglafrøðifelagnum.


Tilmelding til veitsluna fer fram við at flyta 200 kr. á konto 9181 – 440.981.9 áðrenn 6. mars.

(viðmerk: “Veitsla og navn títt”)


Er ynski um at fáa veganskan mat, send boð á Facebook ella send ein teldupost á fnu@fnu.fo


Vit gleða okkum at síggja tykkum!



bottom of page