top of page

Er áarførið í Dali byrjanin?

Líka ræðandi, sum tað var seinasta juli at síggja áarførið í Týskalandi, líka órógvandi var tað um nýggjárið at síggja herviliga regnið í Dali. Tað er vísindaliga staðfest, at hitin á jørðini økist og orsøkin er útlátið av vakstrarhúsgassum, serliga CO2. Av hesum hitnar atmosferan og jú heitari verður, jú meira vætu kann atmosferan rúma. Vit fara tí at fáa ikki bara at fáa meira regn og meira vind, men eisini meira ógvusligt regn og ógvusligan vind. Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, vatn er allastaðni rundan um okkum, so hetta er nakað, sum vit kunnu vænta serliga fer at raka okkum. Tá ið atmosferan hitnar, hitnar havið eisini og vit síggja longu óhugnaligar avleiðingar av hesum. T.d. føra granskarar fram, at júst hetta er ein av orsøkunum til, at toskurin á Føroya Banka ikki kemur undan. Ein onnur, ikki óhugsandi avleiðing av veðurlagsbroytingunum, er stóra fellið, sum er í alivinnun, sum kann koma at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Føroyar. Døpur útlit eru fyri framman og FNU heitir á Landsstýrið um at taka veðurlagsbroytingarnar veruliga í álvara og seta ferð á grøna orkuskiftið. FNU heldur, at Jarðfangi skal gevast at bjóða Føroyar fram til oljuleiting, og at Landsstyrið skal lýsa Føroyar sum øki, har ikki meira verður leitað eftir olju, just sum Grønland hevur gjørt.

FNU, 08 Januar 2022

(mynd: Johild Grothsdóttir Nolsøe)

bottom of page