top of page

Eirið skarvin!

Nú er ikki stuttligt at vera skarvur. Um eina viku er aftur loyvt at skjóta henda vakra fugl. Skjóttgangandi bátar fara kring landið og skjóta alt, sum fyri er, bæði á sjógvi og á landi. Ungan sum gamlan fugl, alt verður fyrilitarleyst skotið. Skarvur er tamur fuglur, heldur seinur og sostatt lættur at skjóta.


Vit hava eingi hagtøl um skarvin, so vit vita ikki hvussu stórur stovnurin er, men tað er eyðsýnt at stovnurin er í stórari minking. Farna vetur vóru ikki nógvir skarvar at síggja, men nógv varð skotið.

Hiplingur var einaferð búfuglur hjá okkum, men orsakað av ovurveiðu, reiðrast hann ikki longur hjá okkum, tó onkur hissini fuglur sæst onkuntíð.


Útoyggjafelagið hevur í skjótt nógv ár strongt á at fáa skarvin friðaðan, men uttan úrslit. FNU tekur undir við Útoyggjafelagnum um enn einaferð at heita á myndugleikarnar um beinanvegin at friða skarvin, og at endurskoða okkara avoldaðu veiðilóggávu. Vit vóna, at nýggju grønu kommunal politikararnir kring landið sýna hesum ans og stuðla tí. Eitt livandi fuglameingi er eitt aktiv og gleði fyri hvørja bygd og útoyggj.


Tað er skjótt at týna skarvin, og hann fær somu lagnu sum hiplingurin, oyddur! Vit heita á veiðimannin, hugsa teg um, tí hvørja ferð tú skjýtur ein skarv, gert tú Føroyar fátækari!


Tórshavn, 24 September,


Útoyggjafelagið - FNU


bottom of page