top of page

COP28: Stríðið millum grøna orku og fossila orku


Bloggur: Jón Kragesteen, FNU formaður


Fyrstu dagarnar í desember var COP28 veðurlagsráðstevnan í Dubai, har fremstu leiðarar úr øllum heimsins heraðshornum tingaðust um at minka um CO2 útlátið, sum ger, at hitin í luftini økist - og sum hevur við sær veðurlagsbroytingar, sum væntandi fara at hava ógvusligar avleiðingar fyri liviumstøðurnar hjá okkara eftirkomarum.


Tilsamans vóru 70.000 luttakarar á veðurlagsráðstevnuni. 


Men, bíða nú eitt sindur, veðurlagsráðstevna í einum oljulandi?

- er tað ikki sum “at lata rev ansa eftir høsnum?” 


Eg meini, at tað eru vertirnir, sum hava fundarleiðsluna og tí eisini stóra ávirkan á skránna. Er ikki vandi fyri, at oljuframleiðarar sleppa ov lætt - og laga skránna, soleiðis at hon passar til teirra kram?


Tá ið umboðini fyri oljulondini hava fingið hetta skotið í skógvarnar, siga tey aftur í móti, at um nøkur vón skal vera fyri at fáa oljuframleiðarar upp í grøna umskiftið, so mugu teir sleppa upp í tað fína selskapið - og ikki bara verða hildnir uttanfyri. 


Høvuðsleiðsluna á COP28 hevði Al-Jaber, sultanur, sum bæði er orkuministari í Sameindu Emiratunum og eisini er stjóri fyri Abu Dhabi National Oil Company, sum avgjørdur vísir aftur, at tað er eitt áhugamálsstrið í sínum virksemi. Hann hevur ført fram, at hann kann brúka sína vitan og royndir til at fáa oljuídnaðin at skifta til grønari orkukeldur. Og hann vísir á, at fleiri av oljulondunum hava nýtt nógvan pening til bæði vind- og sólarorku.


Men, seinni, tá ið sultaninum í einari talu á ráðstevnuni førdi fram, at tað er ikki vísindaliga prógvað, at veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar, vóru tað nógv, sum stóðu ivandi.


Ráðstevnan annars byrjaði sera væl við, at heimsins ríkastu lond skrivaðu undir upp á at seta nógvan pening í ein grunn, sum skal hjálpa londunum, sum enn ikki eru ídnaðargjørd, at fara beinleiðis yvir til grøna orku. 


Ráðstevnan skuldi enda á morgni hin 12. desember við einari yvirlýsing um, at fossilu orkukeldurnar kol, olja og gass skulu útfasast. Her býttu londini seg upp í tveir veingir, har annar vongurin - við fleiri enn 100 londum við m.a. USA og ES á odda tóku undir við hesi orðing. Hin vongurin við OPEC londunum og øðrum oljuframleiðandi londum ikki kundu góðtaka hesa orðing, tey hildu hana vera ov víðgongda. 


Hóast ráðstevnan formelt var endað, varð roynt halda fram at samráðast - í yvirtíðini, so at siga. Hildið var fram líka til mikudagin 13. januar, og tá varð komið ásamt um eina nýggja orðing, nevniliga: “at vit skulu umstilla okkum burtur frá fossilum brennievnunum” . Farast skal í gongd í verandi áratíggjunum og komið skal verða til netto-null útlát áðrenn 2050.


So meðan tað týsdagin sá út til, at COP28 skuldi gerast ein fiasko, broyttist alt til, at COP28 ráðstevnan nú av summum verður umrødd sum eitt frambrot, við tað, at tað fyri fyrstu ferð er komið við í eina COP yvirlýsing at heimurin skal gevast við at nýta kol, olju og gass. 


Onnur vilja vera við, at veruleikin er, at tað vóru oljulondini, sum drógu longsta stráðið, tí at tað fylgja eingi bindandi krøv við, um hvussu alt hetta skal gerast.


Føroyar vóru umboðaðar á ráðstevnuni við Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, sum m.a. helt røðu. Eisini luttóku umboð úr Umhvørvismálaráðnum og Umhvørvisstovuni. 


Havi hug at seta spurningin, hvønn partin Føroyar høvdu farið í, í mun til omanfyrinevndu orrustu um avgerandi orðingina. 


Vit kenna støðuna hjá landsstýriskvinnuni og nøkrum fáum løgtingsfólkum í hesum máli. Tey hava greitt meldað út, at vit skulu gera alt vit kunnu fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Og tað er gott.


Men meta vit út frá, hvussu meirilutin av tingfólkunum Føroya løgtingi, tvørtur um flokkar og samgongu, hevur ført fram í orðaskiftinum, hvørt vit skulu loyva nýggjari oljuleiting við Føroyar ella ikki, ja so høvdu Føroyar helst verið á veinginum við OPEC og teirra sameindum. Og faktiskt, so passa vit nokkso væl saman við oljulondunum á tann hátt, tí vit hava longu sum er, eins høgt CO2 útlát fyri hvønn íbúgva sum tey. Fara vit so eisini at útvinna olju, ja so eru útlit til, at vit kunnu røkka einum heimsmeti í CO2 útláti.


So, vit mugu tíverri staðfesta, at føroyski veljarin enn ikki hevur megnað at velja nóg nógv fólk á ting, sum hava skilt álvaran í veðurlagskreppuni. 


Og tað merkir, at tað er nógv eftir at gera við kunna og upplýsa um hesi viðurskifti.



*) Myndin er gjørd í Microsoft Bing vitlíki út frá ynskinum: “Ger eina mynd av Dubai/oljuídnaði vs grøna orku”


Nakrar keldur:






bottom of page