Aðalskrivari til Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (barsilsfarloyvisstarv)
- duritam
- Jul 16, 2025
- 1 min read

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag søkir eftir barsilsavloysara.
Hevur tú hjarta fyri náttúruni og umhvørvinum, og dugir tú væl at samskipa og arbeiða sjálvstøðugt? Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) søkir eftir einum eldhugaðum og skipaðum aðalskrivara at røkja eitt barsilsstarv frá 1. oktober 2025 til 1.august 2026.
Um starvið:
Sum aðalskrivari verður tú ein lyklapersónur í dagliga virkseminum hjá FNU. Starvið er fjølbroytt og mennandi og gevur tær møguleika at seta tín dám á arbeiðið og arbeiða fyri náttúruna og umhvørvið í Føroyum.
Tú fert serliga at hava ábyrgd av at fremja eina verkætlan, sum felagið hevur fingið stuðul til, og annars at tryggja, at virksemi felagsins verður rikið og ment á einum skipaðum og virknum grundarlagi.
Arbeiðsuppgávur:
At fylgja og fremja virkisætlanina hjá felagnum
At umsita skrivstovuna og samskipa virksemi felagsins
At fyrireika og fremja tiltøk, framløgur og tíðindaskriv
At samskifta við limir, myndugleikar, felagsskapir og almenningin
At framleiða kunningartilfar um náttúru- og umhvørvisviðurskifti
At dagføra heimasíðu og sosialar miðlar
At taka lut í politiskum arbeiði og hoyringum
At umsita roknskap og gera ársfrágreiðingar
Vit vænta, at tú:
Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan fyrisiting, samskifti ella náttúru-/umhvørvisøkið
Dugir væl at samskipa og arbeiða sjálvstøðugt
Hevur góð samstarvsevni
Hevur góðar samskiftisførleikar
Hevur kunnleika til føroyska samfelagið og náttúru/umhvørvisviðurskifti, og hevur lætt við at seta teg inn í uppgávur
Dugir at nýta vanlig KT-amboð (t.d. Word, Excel, teldupostskipanir, Canva, heimasíður o.s.fr.)
Dugir sera væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan verkætlanarleiðslu.
Vit bjóða:
Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fært høvi at arbeiða sjálvstøðugt og arbeiða fyri náttúruni og umhvørvinum í Føroyum. Tú fært møguleika at seta tín dám á ein felagsskap í vøkstri, sum brennur fyri at verja føroyska náttúru og umhvørvi.
Arbeiðsstaðið er á skrivstovuni í miðbýnum í Tórshavn, sum vit deila við Føroya Fuglafrøðifelag. Møguleiki er at arbeiða heimanifrá.
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barsilsfarloyvi. Starvið er frá 1. oktober 2025 til 1. august 2026 og verður lønt sambært avtalu.
Roknast kann við nakað av ferðing, og at arbeiðið til tíðir fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Umsóknarfreist
Umsókn við CV, avriti av prógvum og øðrum skal sendast til FNU í seinasta lagi 17. august. Umsóknir skulu sendast til fnu@fnu.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fíu Niclasen, aðalskrivara, á telefon 251290.
Um Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
FNU var stovnað í 1980 og er ein felagsskapur, sum arbeiðir fyri at verja og varðveita náttúru og umhvørvi í Føroyum – bæði á landi og sjónum.
Vit verja náttúruna og umhvørvið – fyri teg, fyri okkum, og fyri komandi ættarlið.






