Aðalfundur
- Ebba Mortensen

- Mar 11
- 1 min read

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) bjóðar til ársaðalfund leygardagin 29. mars kl. 16.00 á Havstovuni, Nóatún 1.
Í samband við aðalfundin verða tveir almennir fyrilestrar. Øll eru vælkomin, og tað er ikki neyðugt at vera limur í FNU fyri at luttaka.
Skrá
16:00 Jón Kragesteen, formaður, bjóðar vælkomin
16:10 Theresa Jákupsdóttir, Umhvørvisstovan: Náttúruverndarlógin eitt ár seinni.
16:40 Fía Niclasen, næstforkvinna, leggur fram um verkætlanina,
sum FNU hevur fingið stuðul til í 2025 - 2029 frá Aage V. Jensen
Naturfond.
17:00 Aðalfundur sambært lógum felagsins. Sí reglurnar her: fnu.fo/vidtokur-felagsins.
Tey, sum eru áhugaði í at gerast partur av nevndini, kunnu senda okkum eitt boð á fnu@fnu.fo áðrenn aðalfundin.
Eftir aðalfundin verður høvi at hugna sær saman við práti og onkrum leskiligum til góman.
Nýggir limir er vælkomnir.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Nevndin í Føroya Nátturu- og Umhvørvisfelag






