top of page

Nýggi samskiparin er settur

1. apríl varð nýggi samskiparin hjá FNU og Føroya Fuglafrøðifelag settur í starv. Hon eitur Diana Krossá Kongsbak, og er úr Miðvági. Diana er lívfrøðingur, og hevur undir síni útbúgving fokuserað upp á tey føroysku viðurskiftini innan djóralív, náttúru og umhvørvi. Diana fer at sita á okkaru felags skrivstovu, og tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við hana á fnu@fnu.fo ella á tlf. 223604, um tit hava spurningar um eitthvørt. Kontórtíðin verður fyribils frá kl 11.00-15.00, týsdag-fríggjadag.

Vit bjóða Dianu vælkomnari, og ynskja henni alt tað besta í nýggja starvinum :)

bottom of page