top of page

Aling á Víkum eigur at steðga beinanvegin

Stórur áhugi er fyri náttúruni á Víkum, og 1412 undirskriftir vórðu savnaðar inn fyri at friða økið frá Fjallavatni til Barðið, íroknað sjóøkið.

Men hóast hædd eigur at verða tikin fyri verndaráhugamálum, tá aliloyvi verður givið, eru eingi slík atlit tikin, og aliútgerð er longu løgd út á Víkum. Hesar fyrireikingar til aling á Víkum, eiga alt fyri eitt at verða steðgaðar, inntil støða er tikin til um økið verður friðað.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur kært aliloyvið, umhvørvisgóðkenningina og søkt friðingarmyndugleikarnar um at friða økið á Víkum. Enn er einki svar komi frá Heilsu- og innlendismálaráðnum á kæruna um umhvørvisgóðkenningina, eins og bíða verður enn eftir avgerð hjá Yvirfriðingarnevndini.

Økið á Víkum er eitt tað størsta náttúruøki í Føroyum, og tað, at aling á Víkum verður skunda ígjøgnum, hóast eyðsýnda konflikt um økið, vísir vantandi virðing fyri fólkaræðisligum mannagongdum. Heilsufrøðiliga starvsstovan, Umhvørvisstovan, Vinnumálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið eiga at taka atlit til náttúruvernd, og eftir alilógini skal loyvisfyrisitingin meta um verndaráhugamál, áðrenn loyvi verður givið til aling. Alingin eigur ikki at byrja, tá støða enn ikki er tikin til, um umhvørvisgóðkenningin er í lagi.

Mynd: Jóanis Nielsen

bottom of page