top of page

Hjólvelting í Klaksvík


Hjólvelting verður í Klaksvík leygardagin 6. apríl kl.12 í sambandi við umhvørvisvikuna "Slóða fyri".

Súkklutiltak fyri øll. Vit hittast við egnum súkklum uttanfyri Norðoya Kunningarstovu, og súkkla runt í býnum. Ætlanin er, at hetta skal vera ein hugnaligur og døllutur súkklutúrur runt Klaksvíkina. Vit kalla tiltakið fyri Hjólvelting, sum er eitt føroyskt nýorð fyri "La vélorution", eitt franskt hugtak og altjóða rørsla. Endamálið er at lufta so nógvar súkklur út í senn sum møguligt og samstundis gera vart við bleytu ferðsluna. Fyri at gera súkklutúrin stuttligari, eru fólk vælkomin at prýða súkklurnar til høvi og eisini nýta ringiklokkurnar, men mest av øllum ynskja vit at njóta ein góðan súkklutúr. Vit bjóða te, kaffi, vatn og frukt kl. 13. Luttarar verða biðnir um at hava egnan kopp við. Øll eru vælkomin. FNU og Rynkeby'arar í Norðoyggjum skipa fyri.

Les meira um umhvørvisvikuna "Slóða fyri" á Facebook

bottom of page