top of page

Nú hava tey nývaldu møguleika at verja náttúru og umhvørvi

FNU varð boðið at hava framløgu á stórum pallborðsfundi um endurnýtslu og føroyskt tilfeingi tann 30.okt 2016. Fyrst vil eg takka fyri, at FNU er boðið við. Haldi at endurnýtsla er eitt týdningarmikið evni at varpa ljós á. Sum tað bleiv sagt, so umboði eg FNU. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag er ein áhugafelagsskapur.

Tá ið vit tosa um endurnýtslu, so má mann eisini nevna nýtslu ella ovurnýtlsu. Ovurnýtsla er ein stór orsøk til dálking, m.a ferðsla og flutningur, sum eisini er ein partur av ringbúskapi. Í tí samanhangi kann eg nevna samferðslu har býráðið hevur tikið tað sera góðu avgerð at hava ókeypis busskoyring í Havn. Hetta skal bara úbýggjast og umstøðurnar fyri tey, ið súkkla og ganga skulu vera betri. Td fer mann bæði í London og París at banna tungari ferðslu og dieselbilum.

Vit vita, at tað globalt sæð er trot á rávørum og at prísirnir bara vaksa. Tí er neyðugt at fáa nógv meira gagn úr teim rávørum sum eru. Nógva aðrastaðni m.a í Svøriki er endurnýsla blivin ein stór vinna, sum skapar nógv arbeiði. Ofta er trupult at byrja við nýggjum tiltøkum og tí hava tey ymsar stuðulsskipanir. Nú er sera nógv byggivirksemi og tað fara stórar mongdir av góðum tilfari vekk. Tí áttu vit t.d at havt ein sentral, har mann kann koma við brúktum byggitilfari, so at fólk kunnu koma og fáa ella keypa tað tey kunnu brúka.

Møguliga kundi mann eisini havt ein verkstað, har fólk kunnu hjálpa hvørjum øðrum við at umvæla síni tól. Í Norra hava tey í løtuni eina kampanju, sum eitur “ta vare på det du har” har kommunur hava givið ígongdsetarum umstøður til at koma í gongd. Føroyingar hava altíð verið sjálvbjagnir og handaligir, so hetta er óivað nakað, sum fer at falla okkum læt.

At enda vil eg siga, at nú hava tit, sum vera vald inn í býráðið ein sera góðan møguleika at gera stóran mun í at minka um dálking av náttúru og umhvørvi, tí at rákið og tøknin er við okkum. Tøknin innan grøna orku og endurvinning er sera framkomin og helst frammanfyri, so at vit hava helst ringt við at fylgja við. Martin À Fløghamri, nevndarlimur í FNU

bottom of page