top of page

Vel eitt grønt valevni

Nú stundar til kommunuval, og FNU heitir á øll um at velja við umhvørvinum í huga.

Niðurraðfestingin av umhvørvi og náttúru hevur seinnu árini verið óhugnaliga týðilig. Ferð eftir ferð hava býráðsmeirilutar í øllum landinum tikið avgerðir, har ið umhvørvið er skúgvað til viks. Hetta er alt annað enn at tryggja eina burðardygga samfelagsmenning.

Kommunurnar hava stórar avbjóðingar fyri framman. Tær skulu veita borgarum vælferð, sum kemur øllum til góðar. Í FNU halda vit, at heilsa og trivnaður hanga óloysiliga saman við einum reinum umhvørvi. Líkamikið hvussu nógvar bingjur fáa pláss við bryggjukantin, og líkamikið hvussu væl egnaðar tær føroysku áirnar eru til at reinsa lýs av alilaksi, fara hesi átøk ikki at tryggja eina betri vælferð. Vit rinda dýrt, tá ið vit missa náttúruna og reina umhvørvið.

Kommunur skulu arbeiða miðvíst við umhvørvinum

Kommunur hava stóra ávirkan á, hvussu umhvørvið verður raðfest og kunnu vera við til at skapa eitt grønt samfelag. Kommunur skipa ferðsluna, so bilatalið lækkar. Kommunur tryggja borgarum umstøður at fáa lokalan mat m.a. við felags havum, har ið tað ber til at velta til egið brúk. Kommunur eru stórir brúkarar og stimbra endurnýtslu og vistfrøði. Hetta eru mál, sum kommunur kring landið eiga at seta sær.

Umhvørvið er komið rættiliga á breddan seinnu árini, eisini í Føroyum. Umhvørvið er umsorgan, heilsa og trivnaður, og skulu vit trívast í Føroyum, er tað avgerandi, at umhvørvið verður raðfest hægri enn í undanfarna valskeiði.

FNU ynskir øllum eitt gott og grønt kommunuval 8. november.

Myndina hevur Napoleon Smith teknað.

Myndina hevur Napoleon Smith teknað.
bottom of page