top of page

Hvat hendir við áunum í Norðuroyggjum?


FNU hevur biðið Klaksvíkar Kommunu um alment innlit í øll skjøl, sum viðvíkja vatnleiðing til nýggju smoltstøðina, sum skal byggjast í Norðuroyggjum.

Herfyri frættist knappliga, at Klaksvíkar Kommuna hevur arbeitt í loyndum við einari ætlan um at taka fleiri áir í Borðoynni og Kunoynni.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag undrast stórliga á, hvussu ein almennur myndugleiki kann taka so týðandi avgerðir, uttan at almenningurin er vorðin kunnaður um, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri umhvørvi og náttúru okkara.

Eru árinskanningar gjørdar?

Eru lógir og kunngerðir hildnar?

Eru kravdu mannagongdirnar fylgdar?

Hvør hevur givið loyvi til hesa verkætlan?

Hevur hetta verið á borðinum hjá Friðingarnevndini, hjá Umhvørvisstovuni, hjá Innlendis- og Heilsumálaráðnum?

Hevur nakar myndugleiki fingið neyðugu trygdina fyri, at øll atlit eru tikin til tess at verja náttúruna?

Tá man arbeiðir í loyndum er tað tíverri ofta eitt tekin um, at man hevur okkurt at fjala - tí spyrja vit: Hvat er hetta, sum Klaksvíkar Kommuna ikki vil, at almenningurin veit?

Nevndin í FNU – Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, hevur av hesi somu orsøk biðið Klaksvíkar Kommunu um alment innlit í øll skjøl sum viðvíkja byggi- og rakstrarverkætlanini hjá Bakkafrost norðuri við grótbrotið í Malunum vestantil á Borðoynni.

Biðið verður um innlit í øll skjøl, kort, tekningar, journalyvirlit og samskifti.

Her er umbønin um alment innlit:

Við heimild í Løgtingslóg nr.133 frá 10.juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við Løgtingslóg nr.76 frá 8.mai 2001, biðja vit um alment innlit í øll skjøl sum viðvíkja byggi- og rakstrarverkætlanini hjá Bakkafrost norðuri við grótbrotið í Malunum vestantil á Borðoynni.

Biðið verður um innlit í øll skjøl, kort, tekningar, journalyvirlit og samskifti millum Klaksvíkar Kommunu og Bakkafrost, samskifti millum Klaksvíkar Kommunu og Kunoyar Kommunu, samskifti millum Klaksvíkar Kommunu og festarar og ognarar í teimum hagapørtum sum verða ávirkaðir av hesari verkætlan.

Serliga hesir spurningar hava okkara áhuga:

Hvør er avtalan, sum Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt við Bakkafrost, um veiting av vatni?

Hvør er avtalan sum Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt við Kunoyar Kommunu?

Hvør er avtalan sum Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt við einstakar hagapartar, festarar og/ella ánarar, og hvørjir eru hesir hagapartar, festarar og/ella ánarar?

Hvussu stór er nøgdin av vatni, sum kommunan hevur bundið seg til at tryggja virkinum hjá Bakkafrost?

Hvar í nærumhvørvinum verður vatnið fingið til vega?

Hvussu verður vatnið fingið til vega, herundir hvørjar skipanir verða settar í verk fyri at savna vatnið úr haganum og hvussu verður tað leitt yvir á smoltstøðina?

Hvørjar umhvørvis- og árinskanningar eru gjørdar í samband við hesar ætlanir?

Hvørji krøv eru sett til nøgdir, innihald og burturbeining av spillvatni, ruski, útláti, heiligvági og aðra dálking, sum kemur frá virkinum?

Hvussu verða hesi krøv yvirhildin?

Vegna Nevndina í FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag,

Rúna Johanna Aref

Súsanna Berg

Ragnheiður Bogadóttir

Sanna Andrassardóttir Dahl

Selma Dahl Erol

Borghild á Fløghamri

Martin á Fløghamri

Annfinnur Heinesen

Theresa Jákupsdóttir

Annika Bolton Mortensen

Gunnhild Dahl Niclasen

Durita Müller Thomsen

Elisabeth Skarðhamar Olsen

Napoleon Smith

bottom of page