top of page

Aðalfundur 30. apríl

Kæri limur og onnur áhugað, Ver vælkomin á ársaðalfund hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Fundurin verður tann 30. apríl 2016 kl. 13 á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Sí viðtøkur her Aftaná fundin hevur Elisabeth Skarðhamar Olsen eina framløgu: "Framløgan gevur innlit í, hvat tað inniber at hava eina holistiska tilgongd til umhvørvið, hví vit í Føroyum eiga at taka altjóða ábyrgd á umhvørvisøkinum og leggur upp til kjak um, hvussu vit í FNU kunnu stimbra tað føroyska samfelagið á rætta kós." Síðani verður farið gongutúr úr Kirkjubø til Havnar. Broytingar kunnu koma fyri, um veðrið ikki er til vildar at fara hendan túrin. Túrurin varir umleið tveir tímar, tí er skilagott at hava matpakka við og at vera í hóskandi klæðum. Minnist til at gjalda árliga limagjaldið, sum er 100 kr. á konto 9181-4409819. Til ber at tekna seg sum lim.

bottom of page