top of page

Eykaaðalfundur 27. februar‏


FNU hevur eykaaðalfund tann 27. feb. kl. 13 á Háskúlanum

Orsøkin til hendan eykaaðalfundin er tann, at FNU hevur ætlanir um at søkja um limaskap í Føroya Ungdómsráð (FUR), og fyri at kunna gerast limafelag í FUR, er neyðugt at gera eina smávegis broyting í viðtøkunum. Fyri at kunna gerast limur í FUR skal felagið hava fólkaræðisligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna. Tí eru hesar ásetingar í uppskoti at verða broyttar í viðtøkunum:

“§5 Aðalnevndin er ein fimm-mannanevnd við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og nevndarlimi, sum verða valdir fyri 2 ár. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali ólíka ár og tveir standa fyri vali líka ár. Harumframt, skulu tveir tiltakslimir veljast á hvørjum ári. Um aðalnevndarlimi berst frá at møta á fundi, kemur tiltakslimur í hansara stað. Í minsta lagi ein av fimm nevndarlimum í aðalnevndini skulu vera undir 30 ár. Í minsta lagi ein av tveimun tiltakslimum, skal vera undir 30 ár."

"§ 7. Felagið verður stjórnað av nevnd, ið hevur 5 limir valdar á aðalfundinum, soleiðis at 2 og 3 nevndarlimir fara frá annaðhvørt ár. Harafturat verða 2 tiltakslimir valdir á aðalfundinum.

Í minsta lagi ein av fimm nevdarlimum skal vera undir 30 ár. Í minsta lagi ein av tveimum tiltakslimum, skal vera undir 30 ár."

Umframt hetta mál, sum støða skal takast til á eykaaðalfundinum, verður eisini ein fundur fyri virknar limir í FNU. Í næstu viku koma nærri boð um hendan fundin til tey, sum eru á teldupostalistanum fyri virknar limir í FNU. Um tú ikki ert tilmeldað/ur hendan teldupostalista, men kundi hugsað tær at blivið virkin, so send okkum eini boð við orðinum "teldupostalisti" í evnisteiginum. Hesin fundurin byrjar kl. 14 og verður á Háskúlanum.

Vinarliga

Nevndin í FNU

bottom of page