Mánakvøldið hin 9. februar helt Heidi Durhuus fyrilestur um Permamentan á Føroya Fólkaháskúla. FNU skipaði saman við Háskúlanum og Heidi Durhuus fyri fyrilestrinum. Fitt av fólki var komið at hoyra meira um fjøltáttaða hugtakið. Permamentan tekur støði í einari heildarhugsan, ið sær menniskju, mentan og náttúru sum samvirkandi lutir í somu vistfrøðiligu skipan. Millum annað varð tosað um etikkin, ið er grundarsteinurin handan hugtakið Permamentan, og um tær 12 grundreglurnar, ið saman skapa umstøður fyri einari varandi skipan. Heidi legði soleiðis fram, at Permamentan í roynd og veru tekur støði í tí einstaka, ið hevur hug at taka Permamentan til sín. Hetta kann t.d. vera at skapa ein urtagarð og vera sjálvbjargin við matvørum ella broyta til ein meira burðardyggan lívsstíl við at skifta bilin út við súkkluna. Permamentan kann tískil lagast eftir umstøðunum (menniska og staði), men í høvuðsheitum verða virði, grundreglur og filosofiin handan tiltøkini varðveitt.
At enda vórðu fleiri áhugaverdir spurningar settir og gott kjak kom burturúr.
Vit takka Heidi fyri fyrilesturin og vóna at síggja meira til hennara í framtíðini.
Vitja heimasíðuna hjá Heidi: http://www.heididurhuus.dk
Sí fleiri myndir frá fyrilestrinum HER