Mánakvøldið hin 9. februar kl 19 skipar FNU Føroya Nátturu- og Umhvørvisfelag, saman við Føroya Fólkaháskúla, fyri spennandi og viðkomandi fyrilestri um permamentan.
Fyrilesturin viðger etikk og grundreglur í permamentan, sum umboðar eitt nýtt paradigmi innan millum annað landbúnað og byggilist, og har denturin er lagdur á vistfrøðiliga og samfelagsliga burðardygd.
Tað er Heidi Durhuus sum heldur fyrilesturin. Heidi er útbúgvin cand.it í Digital Design og Kommunikation, við sergrein í burðardygd og IT. Hon er við í ymiskum verkætlanum innan permamentan, og er tiltakslimur í nevndini hjá Permakultur Danmark.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mynd: Heidi Durhuus.