top of page

Yvirlýsing: Norðurlond skulu verja 30 % av náttúruni

Náttúruverndarfelagsskapirnir í Norðurlondum heita á norðurlendsku stjórnirnar um við lóg at verja í minsta lagi 30% av náttúruni á sjógvi og landi í seinasta lagi í 2030


Á felags fundi í Keypmannahavn 25. apríl samtyktu náttúruverdarfelagsskapirnir í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Álandi og Føroyum at heita á stjórnirnar í Norðurlondum, um at seta í verk bindandi og munadygg tiltøk til tess at verja náttúruna móti svinninum í lívmargfeldinum.


Náttúran hótt

Í eini yvirlýsing vísa feløgini á, at tann einastandandi og sjáldsama náttúran í Norðurlondum, sum røkkur um fleiri veðurlagsøkir, er undir trýsti. Fleiri búøki eru meira ella minni løgd í oyði, og vandi er fyri, at fleiri plantu- og djórasløg fara at doyggja út. Hendan gongdin er eisini skaðiligt í mun til stríðið móti veðurlangsbroytingunum, har júst náttúran hevur ein avgerðandi leiklut.


Londini í Sameindu Tjóðum, ST, hava seinastu mánaðirnar sett sær sum mál, at 30% av náttúruni á sjógvi og landi skulu vera vard áðrenn 2030. Og nú hava náttúrufelagsskapirnir í Norðurlondum so heitt á norðurlendsku stjórnirnar um at lógarfesta átøk til frama fyri vistfrøðiskipanina og náttúrununa. Átøk, sum skulu umseta alheims málini til veruleika í hvørjum landi sær.


Bindandi mál og átøk

Kjarnan í áheitanini er, at londini samtykkja eina bindandi náttúrulóg, sum - við greiðum málum, tíðarætlanum og evstamørkum - setur kósina fram móti 30%-málinum í 2030. Norðanlond skulu ganga undan á økinum og gera átøk, sum viðlíkahalda og endurbøta hóttar vistskipanir, og sum forða fyri at djór og plantur doyggja út.


Harafturat skulu londini seta høg krøv til tey, sum gagnnnýta náttúruna - tað verið seg jarðar- og skógarbrúk, fiski- og alivinnu og ráevnis- og námsvinna - til tess at steðga svinninum í lívmargfeldinum.


Í áheitan síni mæla felagsskapirnir eisini til, at verndartiltøkini til frama fyri náttúruna verða samskipað við tiltøkini á veðurlagsøkinum.


Langt á mál

Yvirlýsingin staðfestir, at í dag livur einki Norðurland upp til 30%-málið. Í Finnlandi, Danmark, Noregi og Svøríki eru 10-20 % av náttúruni undir verndartiltøkum og í Føroyum neyvan meira enn fá prosent.


Løgtingið samtykti herfyri Føroya fyrstu náttúruverdarlóg, sum hevur til endamál at verja náttúrumargfeldið. Lógin hevur heimildir til at gera ymisk verdartiltøk, men hevur tó einki lógarfest mál um, at 30 % av náttúruni skulu verða vard áðrenn 2030.


Umframt at yvirlýsingin frá norðurlendsku náttúrufelagsskapurnum er send øllum norðurlendskum stjórnum, er hon eisini send forsetanum í Norðurlandaráðnum, umframt formanninum og aðalskrivaranum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.


Lesið felags yvirlýsingina frá norðurlendsku náttúruverndarfelagsskapunum her.


Langt eftir á mál: Í Finnlandi, Danmark, Noregi og Svøríki eru 10-20 % av náttúruni undir verndartiltøkum og í Føroyum neyvan meira enn fá prosent. Mynd: Ingi Sørensen.

bottom of page