top of page

Yvirlýsing frá aðalfundi hjá FNU: Latið oljuna liggja


Fyri at varðveita eitt trygt veðurlag er neyðugt, at heimsins lond minka sítt útlát munandi. Størstu ábyrgdina at minka um útlátið hava tey ríku londini og stórfyritøkur.

Og sum eitt av heimsins ríkastu londum pr. íbúgva hava føroyingar stóra ábyrgd, ikki minst tí at vit eru millum tey lond, sum útláta mest pr. íbúgva.

Tí siga vit enn eina ferð: Latið oljuna liggja.

Vit eiga at steðga open-door skipanini, har fyritøkur kunnu bjóða seg fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Undirgrundin er okkara, og tí er tað okkara møguleiki og rættur at steðga at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.

FNU mælir Føroya landsstýri og Løgtinginum til at endurumhugsa sína støðu, og at boða alment frá, at Føroyar steðga open-door skipanini, og harvið ikki longur bjóða fyritøkum at bjóða seg fram at leita eftir olju og gassi.

Heldur eiga vit at seta ferð á grøna orkuskiftið, minka um føroyska orkunýtsluna og seta orkusparingar í verk.


Samtykt á aðalfundi hjá FNU hin 11. mars 2023.




bottom of page