top of page

Veðurlagsverkfall á Mentanarnáttini


Við einum hvítum skelti við boðunum “skolstrejk för klimatet” stillaði Greta Thunberg seg hin 20. august 2018 framman fyri svenska ríkisdagin. Her helt hon skúlaverkfall, í byrjanini hvønn dag og síðani fríggjadagar. Hennara krav var, at Svøríki skal fylgja ásetingunum í sokallaða Paríssáttmálanum.


Síðani er Greta vorðin heimskend, og hon hevur verið við til at seta ferð á veðurlagsstríðið, har ung sum gomul hava luttikið í afturvendandi verkføllum fríggjadagar runt um í heiminum.


Eisini í Føroyum hava vit havt veðurlagsverkføll, og nú er aftur tíð hjá umhvørvisfólki at hittast til eitt veðurlagsverkfall. Tað gera vit á Speakers Corner í miðbýnum í Havn á Mentanarnáttini hin 3. juni kl. 17.


Samtykti veðurlagspolitikkurin er ikki bindandi, og tí krevja vit eina bindandi veðurlagslóg, har vakstrarhúsgassútlátið skal minka munandi við ítøkiligum átøkum. Vit krevja somuleiðis, at náttúra og lívfrøðiligt margfeldi verður vart, soleiðis at náttúruvernd og minkandi útlát ganga hond í hond.


Elin Sólvør Á Løgmansbø, Pól Jóhannus Toftegaard Larsen og Magnus Gaard bera fram røður. Vit fara eisini at syngja felagssangir, mála steinar við veðurlagspolitiskum boðskapi og hava andlitsmáling til børnini.


Við umhvørvisheilsan,

Veðurlagslóg NÚ og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)

bottom of page