top of page

Umhvørvisquiz: Hvørji valevni hava somu áskoðan sum tú?

FNU og Veðurlagslóg Nú! hava spurt øll, ið stilla upp til løgtingsvalið, 16 spurningar, sum snúgva seg um umhvørvið, veðurlagsátøk og náttúruvernd.


Svara spurningunum og síggj hvørji valevni, sum hava somu áskoðan sum tú. Spurnakanningin kann roynast við at fara inn á skil.fo.


Heimasíðan vísir síðan veljarunum hvørji 10 av luttakandi valevnunum, teir hava mest í felag við.

Endamálið hjá FNU og Veðurlagslóg Nú! er at varðveita og verja náttúruna og umhvørvið. Heimasíðan er ein partur av okkara stremban at fáa veðurlagsátøk og náttúruvernd á dagsskrá.


Ein Spyr.fo kanning, sum FNU og Veðurlagslóg Nú! hava umbiðið, vísir, at veljarin raðfestir umhvørvið og heldur, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi komandi árini. Ein greiður meiriluti av føroyingum ynskir at útlátið skal minka munandi. Hetta sæst tó ikki aftur í umboðanini í løgtinginum, og tí er hetta eitt góður møguleiki at finna útav, hvat valevni best umboðar teg á umhvørvisøkinum.



bottom of page