top of page

Tíðin er farin frá fossilum politikarum

Løgmaður hevur boðað frá, at oljufeløg skulu vera so hjartaliga vælkomin at leita eftir olju og gassi í Føroyum.


Vit skulu hjálpa umheiminum í orkukreppuni, sigur løgmaður.


Hesar fyritøkur oyðileggja veðurlagið við vinningi sum endamál, og hesum stuðlar løgmaður. Løgmaður fyriheldur seg harvið als ikki til veðurlagskreppuna. Líkasælan er ræðandi.


Veit løgmaður av, at sól- og vindorka longu eru bíligari enn at framleiða el við gassi, olju ella koli? Tað er m.a. tí, at Vjetnam økti um sína sólorkuframleiðslu við 25.000 % í fjør, sum svarar til seks kolorkuverk. Tað er við varandi orku, at vit á bestan hátt tryggja orku til heimsins borgarar. Olja ella gass úr føroysku undirgrundini oyðileggur ikki bert veðurlagið, men hevði ikki verið tøk fyrr enn um nógv ár, og er tí ikki nøkur loysn til orkukreppuna, hvørki so ella so.


Veit løgmaður av, at Evropa er rakt av ógvusligasta turkinum í 500 ár? At í ár hava áleið 2000 fólk latið lív í herjandi eldum í Spania og Portugal? Og at ein triðingur av Pakistan er undir vatni orsakað av veðurlagskreppuni? Kolvetnisvinnan er oyðileggjandi og er orsøk til, at fólk mugu flýggja og lata lív av alsamt ógvusligari veðurlagsekstremum.


Vit vilja hava eina grøna, rættvísa framtíð. Og politiska skipanin hevur ferð aftan á ferð víst, at hon ikki tekur veðurlagskreppuna í álvara.


Tí vilja vit hava eina nýggja samgongu, ið veruliga fer at taka veðurlagskreppuna í álvara og vera við til at fremja tað grøna orkuskiftið til gleði fyri øll - uttan oljuvinnuna.


Ingmar Valdemarson á Løgmansbø

Marjun Syderbø Kjelnæs

Brandar Heðinsson

Jón Kragesteen

Gunnhild Dahl Niclasen

Sanna Andrassdóttir Dahl

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

Tráin Petursson Nónklett

Jákup Joensen Eskildsen

Elsa Berg


Øll partur av Veðurlagslóg Nú!


Keldur:



bottom of page