top of page

Røðurnar frá hjólveltingini

Napoleon Smith, røðari

(Nú eru vit í gulum vestum – líkasum í Frankaríki!) Tað bilar onki, um vit súkkla (meira). Tá ið vit súkkla, fer ein broyting fram, sum knýtir okkum til náttúruna, samfelagið og okkara tilvitaða menniskja. Í mun til at vera krógvaður inni “í” bilinum, so ert tú eitt sjónligt menniskjað “á” súkkluni, sum tekur sær tíð til at uppliva ferðina frá A til B – vindin, regnið, fuglarnar, kroppin og ikki minst tíð til at vitja ta eina húsið, sum tú plagar at koyra skjótt framvið. Tíðarhjólið melur øðrvísi og forskotið á súkklu, og vit hava sanniliga gott av vera meira veðurføst í hesum tunlatíðum (ja, eg føldi veruliga, at eg hevði fingið heystferiu, tá ið eg setti meg á súkkluna!). Eg súkklaði heim úr Hvalba í gjár, og tá merkti eg veruliga, hvussu týdningarmikið orðið “samskifti” er, sum eg við pannulykt súkklaði niðan gjøgnum hin smala Hvalbiartunnilin, og helt av fyri og veipaði til mótkoyrandi bilar, tóat eg ikki hevði víkiskyldu. Vit kunnu hava so góðar umstøður sum møguligt, men um vit ikki samskifta (galdandi fyri bæði fyri bil og súkklu), so manglar tað menniskjasliga í ferðsluni. Tá ið eg skuldi til Hvalbiar, riggaði forlyktin ikki, so eg royndi at tumla fyri at fáa ein bil at lýsa mær vegin, men har súsaði alt forbí meg, sum var eg eitt huldufólk. Vit gera øll feilir, og eg súkklaði enntá út fyri ein bil á veg til Smyril í Havn, tí eg ikki las hansara blunkljós rætt av. So samskifti (og “samarbeiði”, sum Gunn segði) er lyklaorðið – spyrjið bara Høgna Mohr í hansara umsúkklandi shortsum! (...og tit børn, minnist til at vera í gulum vestum og at tendra lyktirnar nú í vetur!!!)


Men hvat er so “hjólvelting”? Hjólvelting er føroyska útgávan av franska anagramminum “la vélorution”, sum tvinnar orðini “révolution” og so “vélo”, sum merkir súkkla/hjólhestur (“(reið)hjól” á íslendskum). Henda altjóða rørsla hevur síðan í sjeytiárinum í Frankaríki havt sum endamál at eggja fólki til at frígera seg frá dálkandi ferðahættum í gerandisdegnum. Einaferð um mánaðin í hundraðtals býum uppstanda so hesir hjólveltandi súkkluhópar, sum eisini vera nevndir “critical mass” á enskum, har ið fólk súkkla fyri at eggja øðrum at taka lut í tí góða og hugnaliga við at súkkla og samstundis leggja trýst á almennar myndugleikar til geva súkklum betri umstøður í ferðsluni í mun til bilin. Eisini leggur hjólvelting upp til eitt javnari samfelag við at gera fólk sjálvbjargin, tá ið tað kemur til umvæling at súkkluni.


Í Føroyum eru 505 bilar fyri hvørjar 1000 íbúgvar (u. motoriseraðar súkklur), og ofta er tað at súkkla, ganga ella bara at koyra við onkrum, vorðið ov fjart í okkara modernaðu vanum – ella óvanum. At súkkla er gott fyri umhvørvið, og tí byrjaðu vit upp á hetta í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelagi í 2016. Men mest av øllum er tað ein hugnaligur lívsstílur, har ið ein gerst frælsari bæði í ferðsluni og í samfelagnum (- ella soleiðis upplivi eg tað). Súkkluumstøðurnar eru nógv batnaðar seinastu árini, og 2020 er súkkluárið í Tórshavnar Kommunu og sálarheilsuár hjá Fólkaheilsuráðnum, og eg gleðist um, at eg endiliga sleppi at hava súkkluna við inn í býarbussin. Og à propos “bussur”, so skulu vit nú, tá ið vit súkkla, fyristilla okkum, at vit eru eitt kollektivt akfar av súkklum, sum eingir bilar skulu skilja at, so leingi sum vit hjólvelta vegin. Sonevndu “rynkurnar” eru komnar at hjálpa okkum við hesum. Við eini yrking, fari eg at ynskja okkum øllum eina góða hjólvelting:


Eg súkkli (ein hjólveltingar-yrking)


Eg súkkli dagin í gongd,

fái samfelagshjólið at trilla.

Eg súkkli blóðið í ring,

so eg kann reisa upp úr svøvni.

Eg súkkli fyri eini betri verð,

har sum ”eg” blívur til ”vit”.

Eg súkkli spakuliga fram við hjá fólki,

so at eg kann náa at vitja tey.

Eg súkkli úti í frískari luft,

har ið regndropar dansa og vindurin syngur.

Eg súkkli fyri at vera menniskja,

har sum sálin ikki dettur av bagaguberaranum á likaminum.

Eg súkkli, tí næstan øll koyra -

ja koyra hvør sær í ov nógvum bilum.

Eg súkkli fyri at fáa teg við,

tí allar súkklur leingjast út í frælsi!



Lovisa Petersen Glerfoss, røðari

At duga at súkkla, er ikki tað sama, sum at duga at súkkla Flestu okkara læra at súkkla áðrenn vit fara í skúla. Og man sigur, at tá man fyrst hevur lært at súkkla, so gloymir man tað ongantíð aftur. Men eitt er at súkkla heima í túninum. At súkkla úti í ferðsluni, millum bilar, bussar, aðrar súkklur og fótgangarar er ein onnur søga.


--


Tá eg lærdi at súkkla, var eg nokk umleið 7 ár. Tað var á eini gamlari DBS súkklu, sum antin systir, ella beiggi mín hevði átt. Eg helt hana vera ordiliga flotta. Hon var myrkareyð og tung sum eg veit ikki hvat. Hon hevði ein bagaguberara aftan, so man kundi hava okkurt við sær, tá man súkklaði - t.d. eina bamsu. Eg hevði kular súkklulyktir. Tað vóru hesar stóru klossutu, sum tóku minst 4 dupult-A battaríir. Eitt beslag á súkkluna, sum man kundi seta lyktirnar í og so var klárt at súkkla.

Eg eri uppvaksin í Gundadali, beint omanfyri badmintonhøllina. Og eg og vinkonan súkklaðu aftur og fram á smala blindvegnum. Niðan brekkuna (tað var nokkso tungt) og oman aftur. Umaftur og umaftur. Eg haldi ikki eg kendi nakran, sum átti súkkluhjálm. Eg brúkti ikki súkkluna til transport, bara spæl heima hjá okkum í Heinagøtu. Eg dugdi at súkkla og eg haldi at eg var ordiliga stolt av tí. Men eg dugdi ikki ordiliga at súkkla - úti í ferðsluni.


--


Seinni flutti eg niður at lesa og tá keypti eg mær eina súkklu. Tað var eitt sindur ímóti mínum vilja, tí eg hevði ikki súkklað í minst 10 ár og ivaðist erligt talt í, um eg enn mundi duga at súkkla. Men súkklan sum ’transportmiddel’ í Danmark er rættiliga essentielt og sum lesandi er tað ein bíligur máti at koma runt. Eg búði í Odense og er tað nakað, sum Odense er kent fyri, so er tað at vera ein fantastiskur súkklubýur. Har eru góðar súkklubreytir allastaðni og toluliga slætt. Og bilførarar geva súkklarum ans. Og so er tað ein rættiliga genialur máti at læra ein bý at kenna, tí man finnur gøtur og samanhang í býnum, sum man barasta ikki fær, tá man situr í einum bussi, ella bili.


• Tá eg byrjaði at súkkla í Odense var tað fyrsta, eg uppdagaði, at eg faktisk enn dugdi at súkkla! • Tað næsta eg fann út av var, at eg dugdi yvirhøvur ikki at súkkla – í ferðsluni. • Tað triðja, eg fann útav var, at man fær heilt ólukksáliga ilt í afturpartin aftaná sín fyrsta ordiliga súkklutúr!! – Men tað gongur tíbetur skjótt yvir.


Tá eg flutti til Odense hevði eg havt koyrikort í nøkur ár, og eg kendi ferðslureglurnar. Men eg hevði ikki rættiliga roynt tær á súkklu. So hetta við at plasera seg í einum vegamóti sum súkklari, at geva tekin til at steðga og snara, at sleppa við einari hond – og framvegis halda balansuni - at yvirhála aðrar súkklur og at orientera seg og tryggja sær at hinir bilførararnir hava sæð teg. Yvirhøvur at manøvrera á trongum gøtum, millum 50 aðrar súkklur, sum allar skulu tað sama sum tú, samstundis sum tú. Har vóru allar møguligar socialar reglur forbundnar við súkkling, sum eg yvirhøvur ikki kendi. Men sum eg lærdi frá øðrum: í vælkomupakkanum frá kommununi, frá lestrarvinum og øðrum trafikantum.


Men eg lærdi at súkkla. Ordiliga. Tá var eg fyrst í 20unum.


--


Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd vilja vit gjarna seta fokus á súkkluførleika! Tí at duga at súkkla, er ikki tað sama sum at duga at súkkla.


Tað er ógvuliga uppi í tíðini at vit skulu súkkla meira. Tað er gott fyri heilsuna, tí vit røra okkum og fáa fríska luft. Tað er gott fyri umhvørvi. Og færri bilar gevur meiri rúmd og ró til bleytu trafikantarnar.


Men okkara súkklumentan er enn í byrjunarfasuni. Vit hava sera fáar súkklubreytir og bilførarar í Føroyum duga illa at ansa eftir súkklum. Í vegamótum gloyma vit at hyggja eftir súkklum, tí har plaga ikki at vera nakrar. Og kanska er eisini eitt sindur av ’hakkiordan’, tí hvør hevur nú mest rætt til vegin? Er tað bilurin ella súkklan? Respektin fyri hvørjum øðrum kundi væl trongt til eina avstemming.


Av tí sama duga vit heldur ikki nóg væl at súkkla í ferðsluni, tí socialu reglurnar, sum eru forbundnar við súkkling í t.d. Odense, eru ikki galdandi her. Vit eru enn ikki vorðin samd um tær. Vit duga ikki nóg væl at vísa tekin, at plasera okkum í vegamótum og rundkoyringum. Vit koyra í skeivu síðu av vegnum, og vit gloyma lyktir og hjálm. Nú generaliseri eg sjálvandi, men har er stórt potentiali til betran.


Tær fysisku umstøðurnar til at súkkla skulu absolut til. Súkklubreytir og annars rúm til allar trafikantar. Góðar umstøður at seta súkklur frá sær osfr. Men tað kostar og tekur tíð at byggja tað perfekta súkklulandið. Og at venja okkum við tankan um tað at súkkla er eitt reelt alternativ til bilin.


Ímeðan vit bíða kunnu vit læra okkum at súkkla og vit skulu læra okkara børn at súkkla – Ordiliga!


Í Ferðslutrygd fara vit tí nú undir eina royndarverkætlan við súkkluvenjingarbreytum til at betra um súkkluførleikan. Og í vetur fara vit í samstarvi við nakrar kommunur at royna nakrar venjingarbreytir í skúlum ella frítíðarskúlum. Breytirnar kunnu brúkast til spæl og venjing og at læra børnini (og tey vaksnu) balansu, manøvru, at geva tekin, at sleppa stýrinum við eini hond – og so hinari. Hetta er liðurin millum at súkkla heima í túninum og so at súkkla í ferðsluni.


Eg eri nokkso spent uppá hesa verkætlanina og eg vóni at hetta er nakað sum vit komandi vár kunnu rulla út til allar kommunur í landinum. Tí meðan tað verður arbeitt miðvíst og áhaldandi – á nógvum ymiskum frontum - við at fysisku karmarnir at súkkla vera so góðir og tryggir sum gjørligt, og vit – allir trafikantar – semjast um tær socialu reglurnar fyri súkkling í Føroyum og um at geva hvørjum øðrum rúmd - so kunnu vit læra okkum og okkara børn at súkkla. Ordiliga!


Takk fyri!


Marin Katrina Frýdal, røðari

Í gamla býnum úti á Reyni við sínum krongluta og krókuta lag var ein óskipaður, men beinleiðis felagsskapur og eitt samljóð millum tað vælkenda og tað óvæntaða. Her var miðbýurin við beinum vegum gangandi í ymsar ættir gjøgnum lægdir og upp um heyggjar. Ymiskt í útsjónd, men við tí felags eyðkenni, at har var fjølbroytt lív, sethús, handlar, virksemi, ung og gomul hvørt um annað. Seinni kom bilurin og kravdi sín rætt, gjørdi býin ov trongan og gav samstundis møguleikar at flyta út um miðbýin. Bilurin broytti trygga býarskapið, ið verið hevði. Býurin varð skiftur sundur, býttur upp í eindir, og tá ið fyrsta byggisamtyktin kom í 1972, sást týðiligt, at nú skuldi Havnin laga seg til bilarnar. Úrslitið gjørdist, at nú skuldu sethús liggja fyri seg, stovnar fyri seg og virkir fyri seg á greitt avmarkaðum støðum. Tað, ið fyrr var ein samanrunnin partur, varð skilt sundur. Hugsanin gjørdist tann, at býurin skuldi laga seg til ferðsluna. Tað ljóðaði, at menningin kemur við breiðum vegum til skjóta ferðslu og stóran flutning. Síðani er ferðsluóskilið bara vaksið. Men hetta eiga vit at endurhugsa, so vit aftur seta fólkið fremst í býnum og í allari menningini. Vit skulu skapa liviligar býir og bygdarløg fyri øll. Býurin skal ikki snúgva seg um, hvussu smidligt ferðslan skal ferðast úr einum stað í annað. Hon skal ikki snúgva seg um at finna rúmd fyri fleiri parkeringsøkjum, men um samspælið millum býin og menniskjuni, sum búgva og virka í honum.

Brotið úr kappingar tilfarinum til Miðbýarætlanina er sera áhugavert og háaktuelt, har m.a. stendur; “Miðbýurin snýr seg ikki um parkeringspláss og at gera tað betri fyri bilarnar. Tað, sum skapar lív í býnum, er eitt samanspæl millum bygningar, fólk og virksemi.”

Súkklubýir hava eisini jaliga ávirkan á búskap og vinnulív sum heild. Royndir frá øðrum býum vísa, at handilslív hevur góðar vinnu umstøður, har súkklur og gongufólk eru raðfest framum bilar (Trafik & Veje 2016).

Tað var í mars í fjør, at byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at fara undir at leggja til rættis, miðvíst og yvirskipað, um hvussu Havnin verður ein góður súkklubýur. Havnin er ein vælegnaður súkklubýur, fjarstøðan er stutt og veðrið milt. Regn og vindur eru ikki longur nøkur forðing, nú so góð og vælegnaði klæðir og útgerð eru tøk til endamálið, eins og súkklurnar eru vorðnar so sera góðar til nógvu brekkurnar, og harafturat eru tær væl umtóktu el-súkklurnar komnar á marknaðin tey seinastu árini. Men tað skal vera lætt, lokkandi og trygt at velja súkkluna framum sum flutnings møguleika, og tí skulu umstøður teirra súkklandi eisini betrast.

Árið 2020 er súkkluár. Og tað er hugfarsligt at lýta aftur um bak og staðfesta, at súkkluferðslan í kommununi er økt munandi seinasta árið. Korona hevur sjálvandi eisini hjálpt til við hesum og siga súkklu handlarnir, at teir selja súkklur sum ongantíð áður.

Fleiri átøk eru gjørd til frama fyri súkkling. Og longu í 2005 samtykti býráðið, at súkklubreytir skuldu gerast í nýggjum vegagerðum. Síðani eru nógvar súkklubreytir eisini gjørdar við verandi vegir, eins og nógvar gøtur eru gjørdar, sum eru burtur frá bilaferðsluni. Skráar eru asfalteraðir niður av gongu/súkklubreytum, súkklurskúrur við ymsum viðkomandi súkkluhentleikum er komin í Steinatúni og vit síggja at eisini arbeiðspláss eru farin at hugsa um góðar umstøður til síni súkklandi starvsfólk og viðskiftafólk.

Við at menna súkkling í býnum kann Tórshavnar kommuna fremja í minsta lagi trý av ásettu heimsmálunum hjá ST:


Góð heilsa og vælvera: Tryggja øllum heilsugott lív, og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.

Burðardyggir býir og býlingar: Gera býir og búsetingar fevnandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar.

Veðurlagsátøk: Sum skjótast seta í verk átøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum.

Ov nógvir bilar er ein heimstrupulleiki, hóast roynt hevur verið nógvastaðni at útbygt samferðsluna við býbussum, tokum, metroum, súkklubreytum v.m. í eini vón um eitt sjálvboðið skifti frá bili til kollektiva samferðslu. So er t.d. CO2 útlátið frá ferðsluni í Danmark bara vaksið, og er nú yvir 30% av tí samlaða útlátinum. Tí verður ásannað (Trafik & Veje 2019), at um tað skal eydnast at fáa fleiri fólk at seta bilin, so skal kollektiva samferðslan útbyggjast enn meira við bæði styttri ferðatíðum og størri títtleika, samstundis sum tað skal gerast dýrari at koyra bil. Tað er sostatt altavgerandi, at tað er politiskur vilji og dirvi til at nýta hvassari stýringsmiðil, um galdandi C02 niðurskurður skal náast.

Sum framhald av málinum um at gera súkklu umstøðurnar betri og tryggari, hevur Tórshavnar býráð sett eina mió. kr. á íløguætlanini í ár og síðani tvær mió. kr. um árið á langtíðar íløguætlanini. Týdningarmikið er, at tað eru tryggar samanhangandi súkkluleiðir millum býlingar og býarpartar. Trivnaðurin í býnum snýr seg ikki bert um góð viðurskiftir til bilarnar, men somuleiðis, at tað skal gerast trygt og atkomiligt hjá fólki á súkklu og til gongu. Fólkið er ein fyritreyt fyri einum livandi og fjølbroyttum býi, og tí skal vera pláss fyri teimum. Mín vón er, at tað framhaldandi verður arbeitt fyri, at ferðin og ferðslan lagar seg eftir fólki til gongu og á súkklu – til gagns fyri trivnaðin og fólkið alt. At vit aftur skapa tún og fjølbroytt grannaløg við virksemi og samanhaldi.


Gunn Hernes, røðari Sykling er bra for kroppen, miljøet og bylufta. Det vet alle vi som er her i dag. Men så kan man spørre seg om det er like bra for trafikksikkerheten?


Jeg elsker å sykle, jeg elsker aller mest å gå, men sykkel er mitt fremkomstmiddel når jeg vil hurtigere frem. Det å starte dagen med frisk luft, klarne hode og unngå kø og tidsklemme. Jeg har en el-sykkel, og jeg ville aldri trodd jeg skulle bli en el-syklist men for et godt valg! Det å kunne sykle til arbeid, til møter og allikevel føle seg frisk i kinnene uten å være totalt gjennom-svett etter de færøyske motbakker.


De gangene jeg velger å ikke sykle, men kanskje kunne det, så er det fordi jeg ikke føler meg trygg.


Jeg er usikker på tilstanden til veien, om det er for mange biler og lite eller ingen tilrettelegging for sykling. Hvordan skal jeg komme meg trygt frem?


Det er noen ganger vanskelig å vite hva som er tryggest for oss syklister: Å sykle på fortauet sammen med fotgjengerne, eller kaste seg inn i trafikken, med raske og mange biler og følge de generelle trafikkregler.


Det sies at for by-syklister kan sykkelturen til jobb faktisk være noe av det farligste de gjør i løpet av en vanlig dag. Skal det fortsette å være sånn?


For at hverdagen for oss syklister skal fungere, så er vi avhengig av noe, som alt samfunn er basert på, nemlig: samarbeid. Det må samarbeides ute på veien mellom syklist og bilist, det må samarbeides mellom kommune og syklist og tilrettelegging fra teknisk etat. Syklister må tenkes inn i bybildet og tas med i alle vurderinger når veier rehabiliteres, nye boligsteder etabler, sentrum redefineres osv.


En ting jeg vil gjøre, når jeg har ordet om sykkel er å si tusen takk til den, eller de, som har etterfylt alle kantene som var på fortauet mange steder i Havn, slik at vi syklister kan komme oss «opp og ned» uten å gå av sykkelen. Hvem som har klart å lage en sykkelsti med så høye kanter over alt, er jo et spørsmål verdt å stille seg – i hvert fall ikke en som sykler…


For det handler om det kompetanse og forståelse og enkel tilrettelegging for at syklister føler seg trygge og har en plass i bybildet. En viktig og riktig plass bybildet. Velg å sykle når du vil og kan, så må vi arbeide videre for at vi får et trygt miljø for alle.



Mynd: Norðurlandahúsið

bottom of page