top of page

Náttúruverndarlógin er samtykt

Føroyar fáa nú fyri fyrstu ferð eina náttúruverndarlóg, sum skal verja lívmargfeldið.

Lógin varð endaliga samtykt við greiðum meiriluta í løgtingum í dag.


Løgtingið samtykti við 3. viðgerð seinnapartin lógaruppskotið til náttúruverndarlóg, sum

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, bar í løgtingið fyrr í ár. Eins og við 2. viðgerð í farnu

viku varð uppskotið samtykt við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum og

Sambandsflokkinum.


Dagførd náttúrufyrisiting

Við hesum er tilmælið, sum ein arbeiðsbólkur undir landsstýrinum kom við fyri 22 árum

síðani, loksins komið ígjøgnum politiskt. Hetta hendir eftir, at fleiri royndir fyrr hava verið

gjørdar, at samtykkja líknandi lógaruppskot.


Arbeiðsbólkurin vísti á, at náttúrufriðingarlógin frá 1970 nøktaði als ikki tørvin á

náttúrufyrisiting í Føroyum og mælti til at gera eina tíðarhóskandi náttúrulóg, og at føroyski

myndugleikar raðfesta altjóða avtalur á náttúru- og umhvørvisøkinum hægri.


Hóast Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag kundi hugsað sær, at lógin varð betri á nøkrum

økjum, er hon kortini eitt stig á røttu leiðini.


Frá friðing til økisvernd

Uppskotið kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini. Har náttúrufriðingarlógin hevði

heimildir til friðingar við fyriliti til vakurleika og sjáldsemi – sum tó lítið og einki hava verið

brúktar gjøgnum árini – byggir nýggja lógin, sum nakað nýtt, serliga á fyrilit fyri vernd av

margfeldinum í náttúruni.


Nýggj náttúrufyrisiting

Samstundis verður umsitingin av økinum umskipað, soleiðis at farið verður frá leikfólki í

staðbundnu friðingarnevndunum og eini sakkønari yvirfriðingarnevnd til eina fakliga

kjølfesta náttúrufyrisiting undir landsstýrinum. Ætlanin er, at tað verður Umhvørvissstovan,

møguliga saman við øðrum almennum stovni, ið skal fyrisita lógina.


Frá friðingarheimildum – sum hava verið lítið brúktar í friðingarlógini – verður farið yvir til

eina skipan við økisvernd. Eina skipan, sum hevur til endamál at steðga svinninum í

lívmargfeldinum og at verja vistskipanir og náttúrusløg.


Vitan og fyrivarni

Ein av meginreglunum, sum verður knæsett við nýggju lógini er, at avgerðirnar hjá nýggju

náttúrufyrisitingini skulu – so vítt tað ber til – verða grundaðar á vísindaliga vitan.


Harafturat verður ein fyrivarnisregla lógarfest, sum inniber at er vandi fyri, at óbótaligur

skaði kann henda á náttúruna, eigur vantandi faklig vitan ongantíð at verður brúkt sum

grundgeving fyri ikki at seta áleikandi verjutiltøk í verk.


Friðingarlógin broytt

Staðbundnu friðingarnevndirnar og yvirfriðingarnevndin verða ikki tiknar av, men fara

framhaldandi at viðgera umsóknir um t.d. bygging og vegagerð. Men av tí, at tann nýggja

náttúruverndarlógin hevur ásetingar um verndarøki og vernd av djóra og plantusløgum, eru

friðingarheimildirnar tiknar úr náttúrufriðingarlógini.


Broytingarnar í náttúrufriðingarlógini vórðu samtykt endaliga í løgtinginum í dag.

bottom of page