top of page

Jarðarinnar vika


Kom og ver við til at hátíðarhalda jarðarinnar viku 22. – 28. apríl 2024!


22. apríl er jarðarinnar dagur, og tí skipa Rudda Føroyar og FNU í felag fyri einum stuttligum átaki í døgunum 22.-28. apríl, har vit bjóða øllum at vera við. Vit hava gjørt eina plátu við íblástri til 25 ymisk átøk, sum øll snúgva seg um at læra okkurt nýtt ella gera okkurt, sum gagnar okkara náttúru. Øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum um fýra vinningar.


Soleiðis kanst tú vera við í lutakastinum:


  • Taggið Rudda Føroyar og FNU í tykkara stories og vís, hvat tit hava gjørt

  • Deilið íblásturs-plátuna á tykkara stories og tagga Rudda Føroyar og FNU

  • Viðmerkið, hvat tit hava gjørt hesa vikuna, undir myndina hjá FNU og Rudda Føroyar á Facebook og/ella Instagram


Vinningar:

  • Eitt árshald til Listasavnið

  • Ein familjuvitjan á Tjóðsavninum í Hoyvík

  • 500 kr. gávukort til svimjihylin í Klaksvík

  • 500 kr. gávukort til Systrar




bottom of page