top of page

Heildarfrágreiðingin hjá IPCC


Heildarfrágreiðingin hjá IPCC (Intergovernmental Panel on Climate Change) varð løgd fram í gjár (stórir partar av henni hava áður verið almennir).


Sagt verður m.a. í frágreiðingini:


- Í dag er hitin øktur við 1,1 hitastig síðani ídnaðarkollveltingina. Paríssáttmálin frá 2015 strembar eftir, at vit ikki fara uppum 1,5 hitastig, hægst 2 hitastig. Sannlíkt verður hitin longu 1,5 hitastig í 2030-árunum.

- Ógvuslig veðurfyribrigdi henda longu títtari og ógvusligari enn fyrr, og hetta verður verri jú heitari jørðin verður.

- Alt hevur tó týdning. 1,5 hitastig er munandi betur enn 1,6 hitastig, 1,7 o.s.fr.

- Vit kunnu ikki brenna alt tað kol, gass, olju og líknandi, sum vit longu kenna til og hava møguleika fyri, og als ikki tað, sum vit ikki hava funnið enn ('host' 'host' Føroyar).

- Møguleiki er fyri at lækka um CO2 útlátið munandi. Vind- og sólorka verður bíligari og bíligari.

- Vit kunnu eta øðrvísi (minni kjøt, meira grønt), forbrúka minni og framleiða øðrvísi.

- Tøkni, sum kann taka CO2 burtúr, t.d. tað, sum kallast CCS (Carbon capture and storage) má mennast og nýtast framyvir. Hetta má tó ikki nýtast sum umbering fyri at útleiða meira.

- Ídnaðarlond mugu gerast net zero so tætt við 2040 sum gjørligt.



Meira kann lesast m.a. á hesum heimasíðum:


World Resources Institute

World Economic Forum

The Washington Post





bottom of page