top of page

Røða hjá Guðruni Zachariasen til fólkafundin umhvørvinum at frama, í Viðarlundini 24. august

Røða á fólkafundi í viðarlundini í Havn 24. august 2019.

Náttúran er fyri meg fjøran, tarin, hagin, blómurnar, seyðurin, fjøllini, klettarnir og áirnar.

Tað er fuglaljóð, áartutl og dunið frá sjónum. Tað er angin av blómun og grøsum.

Tað er at smakka nýupptikin epli og annan ávøkst, ið náttúran gevur av sær.

Tað er at síggja oyggjar okkara í vetrarbúna, grønkast um várarnar og summarið, og reyðu litirnar tá ið summarið fer at halla.

Fyri meg er náttúran, har eg gangi mínar túrar. Har eg slappi av og sansi, og har eg havi góðar stundir saman við børnunum, familjuni og vinfólkunum.

Tá ið eg gangi í haganum og fjøllunum, síggi eg bara smílandi andlit. Eg hitti fólk allastaðni frá í Føroyum. Fólk í ymiskum størvum og við ymiskum lívstreytum. Felags fyri okkum er gleðin at njóta náttúruna. Hetta er tað sama uttanlands, har eg havi gingið – í Alpunum, Kaukasus í Ruslandi, Afrika og øðrum Norðurlondum. Glað fólk við frískligum, livandi andlitsbrái og sterkum vøddum.

Og hvat er tað so, sum er so gleðiligt og undurfullt við okkara náttúru? Hvussu ávirkar hon okkara kropp og sál?

H. C. Andersen sigur í Den Grimme Ælling “...grønt er godt for øjnene”. Helst er okkurt um hetta, tí próvtøkuborðini hava eisini grøna litin, og sagt verður, at vit gerast rólig av honum.

Kanningar vísa, at vit eisini hava gott av at røra okkum í náttúruni. Amerikumenn hava gjørt kanningar, ið benda á, at sjálvt stuttir túrar í grønari náttúru hava málbæra effekt á negativar tankar.

Kierkegaard skrivar um gongutúrar. Í brævi til systrina, Henriettu, skrivar hann í 1847 m.a...” Jeg kjender ingen Tanke saa tung, at man jo ikke kan gaa fra den”.

Og Hippokrates, ið verður roknaður sum faðirin at læknafrøðini, skrivaði “Um tú ert í ringum lag, gang ein túr. Er lagið ikki er betri, gang ein túr aftrat”!

So vit lesa í gomlum litteraturi eins og í nýggjari kanningum, at náttúran hevur góða ávirkan á okkara sálarligu heilsu - depressión og angist m.a.

Kropsliga er eisini nógv at heinta.

Sundhedsstyrelsen mælir okkum til at røra okkum í minsta lagi hálvan tíma um dagin. Harumframt at vit fáa pulsin upp í 20 min. tvær ferðir um vikuna. Ágóðin er, at vit kenna okkum betri beinanvegin, men sanniliga eisini at vit kunnu fyribyrgja sjúkum.

Flestu okkara sita á kontóri allan dagin ella hava á annan hátt arbeiði, har vit røra okkum minimalt. Røddir hava verið frammi um, at vit áttu at fingið møguleika fyri rørslu í arbeiðstíðini, tí vit náa tað illa eftir loknan arbeiðsdag.

Tá ið vit røra okkum í haganum ella í fjøllunum, brúka vit allan kroppin. Okkara liðbond og vøddar styrkjast, og balansan betrast. Blóðið verður pumpað út í hvønn krók, og andaleiðin opnast. Og vit føla tað væl! Í fótliðum tá vit ganga í ósløttum lendi ella á skeivan. Í lærvøddunum tá vit ganga omanbrekku, ella tá ið vit ganga longri, enn vit plaga. Annsperran - ið vit merkja dagin eftir og ringast annan dagin eftir. Ein LEKKUR kensla, tí vit tá merkja, at vit hava gjørt okkurt munagott kropsliga.

Sundhedsstyrelsen hevur fyri stuttum gjørt ein lista yvir góðar 30 sjúkur, har lívsstílsbroytingar, so sum økt motión, hevur positiva ávirkan. Eitt nú diabetes, ið vit nú vita kann fyribyrgjast ella seinkast av gongutúrum og aðrari motión. Aðrar sjúkur eru krabbi í tarmi og beinbroyskni (osteoporosa).

Nógv verður tosað um intervallvenjing. Magni Mohr, professari, hevur saman við starvsfelagum gjørt kanningar, ið vísa, at fótbóltur er sera sunnur fyri okkum. Mett verður, at tað er intervall-háttaða venjingin í fótbólti, ið er so gagnlig fyri eitt nú blóðtrýst og beinagrind.

Bente Klarlund Petersen, professari, hevur eisini víst á, at intervallgongd er sera gagnlig fyri diabetikarar.

Tá ið vit ganga í føroysku fjøllunum, ganga vit intervallgongd! Vit pressa okkum eina løtu niðan brekku, steðga á eina løtu, ganga aftur og pøsast, rinda møðina og so aftur til gongu. At enda standa vit á toppinum. Fegin, tí vit megnaðu niðaná.

Vit behøvast í veruleikanum ikki nakað fínt orð ella stórar kanningar fyri at vita, at gongd í náttúruni gevur vælveru. Vit MERKJA tað!

Eitt nýmótans rák er mindfullness, ella veran í nú’inum, har alskins venjingar kunnu takast niður av alnótini. Um vit ístaðin fara “off-line”, finna vit hetta sama í føroysku náttúruni.

Tá ið vit sita undir einum varða og njóta útsýnið yvir dalar og fjøll. Tá vit í urðini ella í fjøruni eygleiða sjógvin, ið spakuliga dregur um klettin. Tá vit í haganum støðga á og lurta, meðan mýrisnípan letur. TAÐ er veran í nú’inum, og tað er púra ókeypis og atkomiligt fyri okkum øll. Og so er tað sunt! Filosoffurin, Echard Tolle, fer so langt sum at siga “ Tað er ógjørligt at vera í nú’inum og ólukkuligur samstundis”

Føroyska náttúran er av avgerandi týdningi fyri føroysku fólkaheilsuna!

Havi tí dittað mær at skriva eina resept:

––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––

Til Rætta Viðkomandi

Í Sofuni

2019 Ymiska Staðni í Føroyum

Frá Guðrun Zachariasen

Kommunulækna

________________________________________

#

Rp Gongutúrar á minst 30 min

No ∞

Ds 1-2 túrar dagliga

Fyri heilsuna

Kann takast aftur við grønmeti

bottom of page