top of page

Røða hjá Magnusi Gaard til fólkafundin umhvørvinum at frama, valið 2019

Góðu tit øll sum eru komin her í dag og FNU, Ringrás og Fuglafrøðifelagið.

Takk fyri høvi at flyta fram røðu fyri tykkum!

Mín intelektuella hetja og lærari á Keypmannahavnar universiteti í 1990´unum Jesper Hoffmeyer skrivar í bókini - en snegl på vejen - sum vann altjóða viðurkenning og bleiv upprunin til eitt heilt nýtt fakøki nevnt Biosemiotik, at tað var við “ kynjaðu nøringini at náttúran byrjaði at yrkja”.

Líka síðan havi eg verið so ómetaliga hugtikin av júst hesum tekst brotinum úr bókini.

Ja so hugtikin, at eg vil siga, at tað fulkomuliga snaraði alla mína skúlaðu tekniskt/náttúruvísindaligu universitetsbiologi inn í eitt púra nýtt forstáilsi av lívinum og náttúruni.

Bara tann ørandi tankin, at líka frá tíðarinnar morgni hava óteljandi samanrenningar kynskyknum verið skapanarmegin í náttúruni. Og so, at alt hetta eisini endurtekur seg hvørja fer okkurt livandi verður til, so tá ið tit einaferð fara at fáa børn - um tit ikki longu hava - so lesur ein gitin eggkykna eitt handrit, sum er samansetti arvastrongurin. Í óteljandi kyknusmanrenningum og frá tíðarinnar morgni er handritið klipt og klistra saman uppá nýggjar mátar, so tá ið lítla barnið smílir til tykkum, síggja og merkja tit eina náttúrusøgu, sum veruliga er tykkara egna.

Og tað er júst hetta sum altíð hevur hugtikið meg við hasum lítla setninginum.

Tann íborna skaparamegin í náttúruni og skyldskapin hon hevur við drívmegina í okkara egna lívi sum menniskju. Vit duga nemliga eisini hatta har við at skapa. Tá ið Regin Dahl í yrkingini summarsmækjur setur eina smæru og eina mækju saman, so ger hann eitt sindur tað sama, sum tann kynjaða nøringin, at blandað týdningar og eginleikar saman og skapa nakað heilt nýtt – eitt individ ella í hesum førinum ein heilt nýggjan týdning.

Men hvat nyttar tað, um vit ikki kenna nøvnini á plantunum og dýrunum – øllum okkara medskapningum?

Vit hoyrdu herfyri úr eini IPBES frágreiðing, sum óteljandi granskarar úr øllum heiminum høvdu sligið seg saman um, at 1 millión sløg í heiminum eru í vanda fyri at doyggja út. Eitt so stórt tal at tað næstan ikki er til at fata.

Og hondina á hjarta – øll tit sum eru møtt her í dag - hvussu nógv av øllum hesum sløgunum kenna tit?

Hetta er trupulleikin. Vit vera meira og meira fremmandgjørd frá okkara egna upphavi. Og ístaðin fyri at læra allar tær spennandi søgurnar um okkara medskapningar og teirra skyldkap við okkum, læra vit um fýrakantaðar kassar við gram C pr. fermetur. Ikki tykkum at siga, tað hevur týdning, men hvat við øllum tí ítøkiliga, øllum soppunum, plantunum, mosunum, tarunum og djórunum – vakurleikanum og skyldskapinum.

Svenski rithøvundurin Kirsten Ekman sigur einastaðni, at hon stúrir fyri einum heimi, har vit ikki læra okkara børn nøvnini á plantunum, tí hvussu kunnu tey hava umsorgan fyri nøkrum, sum tey ikki kenna navnið á.

Og hetta er kjarnin í tí heila.

Og nú eitt løgtingsval stundar til hoyra vit at vit skulu hava nýggj málarráð, nýggjar lógir og fyrisitingar. Alt í vónini um at fáa okkara atkvøður.

Men er tað nógmikið?

Eg eri eftirhondini so gamal, at eg veit, at júst hesi málini eru tey fyrstu, sum enda í einari skuffu, tí tað er so lætt at skúgva tey til viks, tá man bara er komin inn í hitan. Og tað er ótrúliga harmiligt, tá tað í veruleikanum er so einfalt

Tann einasti týðandi ásin í føroyskum politikki.

Gomlu flokkarnir hava síni søguligu jørðildi gamaní, men í stevnuskráunum hjá teimum er ongin munur á teimum, hvørki tá tað kemur til loysing-samband ásan ella tá tað kemur til høgra-vinstra ásan.

Burðardygd, umhvørvi og náttúra harafturímóti er tann einasti veruligi ásurin í politikki í dag, og tað er bæði í Føroyum og í restini av heiminum. Vit hava bara ikki ordiliga funnið útav tí enn haldi eg. Tí eigur hetta at vera hugsa inn í allan politikk. Ikki bara eitt einstakt ráð ella eina lóg og eina fyrisiting.

Tað er mentunarpolitikkur, tí hvar skulu børnini læra nøvnini á plantunum aðrastaðni enn í skúlunum og á søvnunum. Og har er ongin umbering tí Rasmus á Háskúlanum skrivaði eina plantulæru longu í 1910.

Tað er fiskivinnupolitikkur, tí hvat nyttar tað við einari proklamatión í einari nýskipan um lívfrøðiliga burðardygd, tá ryggurin í skipanini er sum á einum reyðmaðki, í somu løtu onkur vil hava meir.

Og tað er eisini landbúnaðarpolitikkur, tí hvat nyttar tað, at velta salat á Bacalao, tá helvtin av bønum stendur ósligin í Føroyum, samstundis sum vit innflyta bróðurpartin av okkara eplum úr øðrum londum. Tað skal ikki meira enn nakrir fótbóltsvøllir av bøi til, at velta øll eplini vit eta í Føroyum.

Og hvat nyttar tað at vit drepa allar okkara egnu tarvkálvar, meðan Amazonregnskógurin stendur í ljósum loga, fyri at framleiða okkum kjøt.

Tað er eisini vinnupolitikkur, tí er tað rætt, at nýta hópin av peningi at marknaðarføra Føroyar, sum eitt óspilt land, har sum álvagentur renna naknar í haganum, tá veruleikin nógvastaðni er, at tær náttúrusøgurnar vit hava skyldu og ábyrgd til at verja eru við at hvørva.

Verji náttúruna fyri okkum føroyingar ístaðin fyri at brúka pening at marknaðarføra eina lygn.

Og tað umfatar sanniliga eisini tey etisku virðini, sum onkur vil gera til einasta veruliga ásan í politikki. Men hvat er í grundini meira etiskt enn at lata skapanarverkið til komandi ættarlið í sama standi sum vit fingu tað.

So hugsið einaferð afturat um barnið, sum smílist til tykkum fyrstu fer, tað fyrsta eygnabráið! Hvat kann vera meira forpliktandi enn tað.

Og tað er hetta sum burðardygd í veruleikanum handlar um, tað etiskt forpliktandi sambandið í tilveruni ímillum ættarlið - ikki bara av menniskjum - men í síðsta enda av øllum okkara medskapningum.

Hugsið tykkum væl um áðrenn tit seta krossin 31 august, og latið hetta blíva tað grønasta valið nakrantíð.

Takk fyri

bottom of page