top of page

Fundur um náttúruinntriv í kvøld

Í kvøld kl 19 skipar Umhvørvisstovan fyri kunningarfundi um útbyggingar av vatnorkuverkinum í Suðuroy. Fundurin verður í miðnámsskúlanum í Hovi.

FNU heitir á fólk at fara til fundin og gera vart við teirra sjónarmið.

Ov fá atlit verða tikin til náttúrna í planlegging í Føroyum sum heild, og sama er galdandi tá talan er um orkuútbyggingar. Nýggja orkupolitiska ætlanin, sum er latin landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, er á ongan hátt grøn, tí náttúruatlit eru ikki tikin við.

Veðurlagspolitikkur má taka støði í einum globalum veruleika, har ovurnýtslan hjá ídnaðarlondum er í miðdeplinum. Útlátið av vakstrarhúsgassum kann bert minka um broytingar fara fram innan nýtslu og framleiðslu, og tað er ikki grønt at oyða náttúru og mentanarlig pláss fyri at reisa nýggj orkuverk.

Saman standa vit sterkari.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

bottom of page