top of page

Eingin ábyrgd í ferðavinnuni


Herfyri skipaði Fróðskaparsetrið fyri ráðstevnu um “Ábyrgdarfulla ferðavinnu”. Eitt áhugavert evni, tí ferðavinnan elvir til broytingar bæði í náttúru og mentan, og vit mugu sum tjóð umhugsa gjølla, hvat tað fer at merkja, um ferðafólk í hópatali streyma til Føroya. Men ístaðin fyri at snúgva seg um burðardygd, var ráðstevnan lítið annað enn eitt søluátak. Almenningurin tyktist ei heldur serliga vælkomin, tí kostnaðurin fyri at koma at lurta var 600 kr, hetta hóast ein rúgva av stuðlum vóru til tiltakið.

Tað er umráðandi at Fróðskaparsetrið arbeiðir vísindaliga við burðardygd og ferðavinnu, ístaðinfyri at selja eina ímynd av grønum Føroyum, sum framhald av lýsingarherferðini hjá Visit Faroe Islands. Næstu ferð Fróðskaparsetrið skipar fyri tiltaki um burðardygd og ferðavinnu, vóna vit, at støði verður tikið í einum veruligum kjaki um ferðavinnuna, og at almenningurin fær ágóða av tiltakinum.

Játtanin til at marknaðarføra Føroyar uttanlands er aftur hækkað í ár, hóast ógvuliga lítil vitan er um umhvørvisligu avleiðingarnar av vaksandi ferðavinnuni. Tað er ábyrgdarleyst at økja um játtanina til at selja Føroyar og ikki samstundis kanna, hvussu ferðavinnan ávirkar náttúru og fólk í Føroyum.

Við nýggju menningardeildini er uppgávan hjá Visit Faroe Islands ikki longur einans at økja um umsetningin í føroysku ferðavinnuni, men almenna partafelagið skal eisini syrgja fyri at menna ferðavinnuna við fyriliti fyri føroyska fólkinum og umhvørvinum. Í øðrum londum er stór ónøgd um ov stóran vøkstur í ferðavinnuni, og eingin grund er at herma eftir einum miseydnaðum ferðavinnupolitikki. Ístaðin skal vøksturin í ferðavinnuni vera hóvligur, tí lítið munar ein stokkutur búskaparligur ágóði, um ikki vælferðin í Føroyum er væl kjølfest í menniskjasligari heilsu og vælveru, einum reinum umhvørvi og fjølbroyttari náttúru.

bottom of page