top of page

Náttúruperlan vesturi á Víkum friðast

FNU hevur heitt á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um at friða økið vesturi á Víkum.

Friðaða økið skal fevna um alt frá Fjallavatni til Barðið, umframt havøkið fram við landi, har frítt útsýni er.

Sjáldsama vakurt er vesturi á Víkum, har plantu- og djóralívið er ógvuliga ríkt og fjølbroytt. Verður alivirksemi vesturi á Víkum, sum annars ætlað, fer hetta at gera stóran skaða á náttúru- og mentanarvirði í økinum.

Vesturi á Víkum ber til at njóta stórfingnu náttúruna, og serliga verður hetta gjørt um longsta dag. Staðið liggur væl fjalt burturfrá allari búseting, og er nærum órørt av mannahondum.

Frá fyrsta degi hevur hetta fjarskotna øki fest seg í hugaheimin hjá fólki. Huldukonurnar sum seyðamaðurin á Sondum rendi seg í búðu í hesum økinum.

Í ”Feðgar á ferð” lýsir Heðin Brú umhvørvið á Víkum ein óveðursdag. Ketil og Kálvur eru farnir at leita eftir rekaviði til árar. Teir hava gingið alla náttina, og eftir at nátt hevur føtt morgun, og teir hava fingið válgara og drýl, síggja teir oman í víkina: ”Víkin stendur í einum roki, óløgini koma hvítbroddað uttan av havi, sorast millum sker og kolsteinar, bróta í lepum inn yvir mølir og urðar, dunandi og brestast so høgt á loft, sjógvurin skolar blámandi heilt niðan í grasið, missir ferðina og rennur dassleittur og darvaður oman aftur. Í gjótum og urðargloprum liggja moldgráar skúmfannir og rúgva upp, meðan stormurin skræðir burtur av teimum í erva og sandrar fløkini niðan yvir hagan.”

Vesturi á Víkum rennur Reipsá, ein av fáu stóru áunum í Føroyum. Hon fer frá Fjallavatni og út í Reipsáfoss.

Í slíkari náttúruperlu, sum er óbygd og enntá spard fyri vegi og bilum, er tað er ein stórur missur at staðseta ídnað. Aling fer at oyðileggja serstaka dámin og vakra útsýnið á staðnum, og fer at bera við sær bæði dálking og órógv, sum fer at órógva lívsgongdina hjá fugli og kópi.

Frálíka innslagið í Degi og viku 24/5-16 við Sigurð Nordendal, sum í innslagnum vísir á, hví økið vesturi á Víkum er serstakt, sæst her.

Til ber at lesa áheitanina hjá FNU um at friða økið vesturi á Víkum her.

bottom of page