top of page

Hoyringssvar um stjórnarskipan Føroya

Viðmerkingar frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Føroysk mentan og búskapur eru fyrst og fremst treytað av náttúruni kring okkum. Tí er umráðandi, at hetta verður staðfest í formælinum í stjórnarskipanini. Harafturat hevði tað verið hóskandi við eini sjálvstøðugari grein um umhvørvi og náttúru.

Uppskot:

§25 Umhvørvi og náttúra [Best hevði verið um greinin kom fyrr, evt. sum § 7]

  1. Øll eiga javnbjóðis rætt til eitt umhvørvi, sum tryggjar eina góða heilsu, og til eina náttúru, har lívfrøðiligt margfeldi er varðveitt. Langtíðar atlit skulu takast til burðardygd, tá náttúran verður umsitin, so at hesin rættur eisini fatar um komandi ættarlið. [Rætturin til eitt gott umhvørvi hjá núlivandi og komandi ættarliðum]

  2. Rætturin at brúka náttúruna, umfatar eisini eina skyldu til at verja náttúruna, og tryggja at náttúran klárar at endurgera seg. [Rætturin hjá náttúruni]

  3. Øll eiga rætt til vitan og kunnleika um avleiðingar av inntrivum í náttúruna, so at tey kunnu varða um tað, sum tey hava arvað frá undanfarnum ættarliðum. [Rætt til upplýsing]

  4. Myndugleikar landsins skulu fremja átøk, sum tryggja, at hesar grundreglur verða útintar. [Ábyrgdin hjá landsins myndugleikum]

Viðmerkingar til §24: Grein 24 snýr seg ikki so nógv um umhvørvi, men meiri um vinnuliga nýtslu av tilfeingi. Stk 4 átti tí at verið tikið burtur úr §24, og umskrivað í eini nýggjari grein um Umhvørvi og náttúru.

Íblástur kann fáast frá altjóða umhvørvissáttmálum og øðrum grundlógum:

World Charter for Natur, Sameindu Tjóðir - http://www.un.org/documents/ga/res/37/a37r007.htm

Framework Convention on Climate Change (íroknað París-sáttmálin), Sameindu Tjóðir - http://unfccc.int/essential_background/convention/items/6036.php og http://unfccc.int/paris_agreement/items/9485.php

The Convention on Biological Diversity, Sameindu Tjóðir - https://www.cbd.int/convention/text/

§ 112 í norsku grundlógini - https://lovdata.no/lov/1814-05-17/%C2%A7112

bottom of page